Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF fegnast um góð úrslit

Jákup Ósá

Samrøða: Skrivarin í KRF heldur, at venjarin hjá KRF eigur stóran leiklut í góðum úrslitunum á Norðoyastevnu.

800 gjaldandi áskoðarar og annars ein fyri okkara part væl avgreiddur róður gjørdi, at vit kunnu fegnast um Norðoyastevnuna í ár, sigur Ísak Mikladal, skrivari hjá KRF og høvuðsfyriskipari av Norðoyastevnuni 2014. Hann var eisini væl nøgdur við úrslitini hjá KRF.

Norðoyastevnuróðurin er av og fyri fyrstu ferð vóru allir teinarnir 1000 metrar. Hetta var væntað, at gera tað styttri at avgreiða dagin og soleiðis var. Burtursæð frá fyrsta hálva tímanum, so gekk skjótt og væl at avgreiða Norðoyatstevnuróðurin 2014.

Óheppin fyrsta løta

Ísak Mikladal er skrivari í KRF nevndini. Tað var eisini hann, ið var høvuðsfyriskipari av Norðoyastevnuni 2014. Og hann greiðir soleiðis frá, hví róðurin var hálvan tíma útsettur.

– Tað vóru fleiri viðurskiftir, ið gingu ímóti fyrsta hálva tíman, sum vit ikki fingu gjørt nógv við. Fyrst fingu tveir av bátunum, sum høvdu við startin at gera, maskinskaða, so vit máttu útvega aðrar bátar. Síðani fekk úitvarpsbáturin um skrúðuna, so vit máttu fáa kavara at orna tað. Og so er tað á Norðoyastevnu, at starturin verður royndur fyri fyrstu ferð. Tað kann skapa trupulleikar við m.a. at tað verður truplari at krøkja úr enn vanlig. Og tað gjørdi, at bátar hingu fastir, sigur Ísak Mikladal.

800 gjaldandi áskoðarar

Ísak letur eisini væl at áskoðaratalinum í einasta ”heimadystinum” hjá KRF hetta kappingarárið.

– Vit høvdu 800 gjaldandi áskoðarar. Harafturat koma eini 300 rógvarar og so vóru nógv børn, sum ikki gjalda. So samlaða talið á økinum var millum 1500 og 2000 fólk. Veðrið var eisini gott, so tað gjørdi góðan mun. Hetta er størri áskoðaratal enn seinnu árini, tá tað hevur ligið um 600-650 gjaldandi áskoðarar, sigur Ísak Mikladal.

Góð úrslit

Ísak fegnast eisini um úrslitini hjá KRF.

– Vit hava tveir vinnandi bátar umborð á Fípuni Førgu og ein silvur vinnara umborð á Klaksvíkingi. Vit hava sett Janus Dam-Jacobsen sum venjara og hansara arbeið hevur heilt vist kastað úrslit av sær. Vit eru sera væl nøgdir við hansara arbeiði. Og fyri at vera erligur, so hevði eg eina føling av, at úrslitini fóru at vera góð, so hetta kom ikki so óvæntað á, sigur Ísak Mikladal. Hann sigur, at 5-mannafarið Tekla við dreingjum heilt vist eisini fer at taka seg fram, meðan tað enn ikki er avgjørt, um Klaksvíkingur verður við á næstu stevnu.