Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum

Kaj Leo Holm Johannesen

Tingbólkur og landsstýrisfólk hjá Sambandsflokkinum hava í dag hildið ein innanhýsis fund, har løgmaður greiddi frá grundarlagnum fyri sínari støðutakan í málinum við­víkj­andi landsstýris­mann­inum í fíggjarmálum.

Tingbólkurin tók frágreiðingina hjá formanni sínum til eftirtektar. Tó vórðu ikki øll samd um avgerðina, men tóku hana til eftirtektar.

Tað er ongin ivi um eftir fundin í dag, at ein samdur tingbólkur og landsstýrismanning gevur formanninum í Sambandsflokkinum sín fulla stuðul og álit.

Løgmaður fer, sum áður fráboðað, at fylgja politisku gongdini neyvt og vónar at fáa politiskan arbeiðsfrið, soleiðis at politisk mál í framtíðini í størri mun verða sett framum persónsmál.

Um tað framhaldandi verður ov nógv politiskt órógv, sum forðar fyri politiska arbeiði­num, so fyriliggur ein nýggj støða.

Vinarliga

Kaj Leo Holm Johannesen

Formaður Sambandsfloksins