Frá vp.fo: Tað var romantikkur fyri allar pengarnar umborð á flogfarinum hjá Atlantsflogi fyrranáttina, tá ið Linda Niclasen, flogterna hjá Atlantsflogi, var spurd, um hon vildi gifta seg.
Tað var romantikkur fyri allar pengarnar umborð á flogfarinum hjá Atlantsflogi fyrranáttina, tá ið Linda Niclasen, flogterna hjá Atlantsflogi, var spurd, um hon vildi gifta seg.
Vit loyva okkum at læna hendan tekstin frá vp.fo, eftirsum at Danial Viðoy skrivar fyri Norðlýsið
Linda Vest Niclasen í Sørvági starvast í løtuni sum flogterna hjá Atlantsflogi, og henda túrin heim til Føroyar, var eisini sjeikurin Danial Viðoy við flogfarinum.
Danial orðaði við Lindu á veg upp til Føroyar, at hann vildi fegin sleppa ein túr fram í stýrhúsið, áðrenn flogfarið skuldi seta seg.
Linda spurdi so flogskipara um tað var í lagi, og tað var tað. Danial var hjartaliga vælkomin í stýrhúsið at síggja øll tólini og annað.
Nakað áðrenn flogfarið gjørdi klárt til innflúgvingina, og Danial var komin í stýrhúsið, so var flogskiparin í hátalarunum og rópti Lindu fram í stýrhúsið eisini.
– Eg gjørdist eitt sindur bilsin, tá ið eg var rópt fram eisini, sigur Linda.
Linda greiður frá, at tá ið hon kom fram í stýrhúsið, so legði Danial seg á knæ og spurdi hana, um hon vildi gifta seg við honum.
– Eg segði ja, sigur Linda við einum brosi.
So setti Danial Viðoy ringin á hennara fingur.
Vit vita ikki, um hetta er hent áður í søguni hjá Atlantsflogi, men er tað ikki tað, so hava Linda og Danial skrivað seg inn í føroysku flogsøguna.
Tá ið Linda fór aftur til sítt arbeiði sum flogterna, so var stórur fagnaður millum ferðafólkini, sum høvdu fingið alt við.
Tey 45 ferðafólkini klappaðu, og Linda sigur við VP, at hon gjørdist eitt sindur flov, men tað bilti ikki kortini.
Kelda: VP.fo




