Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrsta pisan á Handilsskúlanum á Kamsbdali fingið húgvuna í morgun

Tíðindaskriv

Hetta er ein spennandi tíð fyri miðnámsskúlanæmingar. Ein tíð við próvtøkum og hartilhoyrandi spenningin og fjálturstungni. Men samstundis ein tíð, sum fyri mong merkir broytingar, nú húgvan verður sett á høvdið, og aðrar leiðir skulu setast út í korti. Fyri framman eru summarstevnur og festivalar, men eftir summarsteðgin eru tað mong, sum fara av landinum, at vinna sær vitan og førleikar aðrastaðni.

Fyrsta pisan á Handilsskúlanum á Kambsdali eitur Amy Djurhuus Streymoy.

Vit ynskja Amy og øllum pisum hjartaliga til lukku við miðnámsskúlaútbúgvingini.