Stevningin, sum sakførarin í Hægstarætti, Christian F. Andreasen, skal føra í Føroya Rætti, vegna Jørgen Niclasen móti miðlafólkum er sera umfatandi.
S T E V N I N G
Sum advokatur fyri
Jørgen Niclasen, landsstýrismann
Undir Bólheygi 13
380 Sørvágur
stevnir undirritaði
Dia Midjord, kringvarpsstjóra
Kristiansgøta 31
188 Hoyvík
Liljuni Weihe, tíðindaleiðara
Hoyvíksvegur 21
100 Tórshavn
Jan Lamhauge, tíðindamanni
Kongsgil 4, kj.
100 Tórshavn
Sveini Tróndarson, ábyrgdarblaðstjóra
Gróthúsvegur 4, kj
188 Hoyvík
at møta sum saksøkt í hesum rættarmáli.
Sakarkrav:
- Tey saksøktu verða dømd revsing fyri brot á § 267 í revsilógini gjøgnum Kringvarp Føroya (útvarp og sjónvarp), og saksøkti IV á Portal.fo og í Kringvarpi Føroya, í tíðarskeiðinum frá 19. desember 2013 til dagin í dag, í felag og áhaldandi, at hava sett fram ósannar og ærumeiðandi skuldsetingar móti saksøkjaranum og í sama tíðarskeiði at hava framt útspilling móti saksøkjaranum, sum alt hevur verið egnað til at minka um umdømi saksøkjarans, við m.a. at skuldseta saksøkjaran fyri í tíðarskeiðinum frá 1988 til 1994 at hava ”snýtt landskassan fyri fleiri hundrað túsund krónur í tolli”, at hava ”svikað við tolli”, hava ”selt vørur uttan um tollmyndugleikarnar”, at ”hava stýrt ótollaðu søluni”, at ”saksøkjarin tilvitað skal hava brotið tolllógina”, at ”saksøkjarin tilvitað skal hava áført landskassanum tap” og at saksøkjarin ”hevur snýtt sín samstarvspartnara Skipafelagið Føroyar” alt, hóast tey saksøktu vistu, at hesar skuldsetingar eru ósannar.
Viðvíkjandi útgreining av skuldsetingunum mótvegis saksøkjaranum verður víst til skjal 1 til hesa stevning.
- Tey saksøktu verða in solidum dømd at rinda saksøkjaranum kr. 100.000 í endurgjaldi sambært endurgjaldsábyrgdarlógini § 26. Fyrivarni verður sett fram um at krevja endurgjald fyri annað fíggjarligt tap.
- At rætturin samsvarandi § 273 í revsilógini ógildar skuldsetingarnar móti saksøkjaranum, soleiðis sum skuldsetingarnar eru lýstar í skjali 1 til hesa stevning.
- Tey saksøktu samsvarandi § 273, stk. 2, í revsilógini in solidum verða dømd at rinda saksøkjaranum kr. 50.000 til almannakunngerð av dóminum.
- At tey saksøktu in solidum verða dømd at rinda sakarkostnaðin.
Sakarevni:
Saksøkjarin, sum er føddur 17. januar 1969, kom fyrstu ferð inn á Løgting sum varamaður í 1991. Við løgtingsvalið 7. juli 1994 varð hann valdur á Løgting fyri Fólkaflokkin, og hevur hann verið løgtingsmaður síðani. Í desember 1998 gjørdist saksøkjarin landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í september 2008 landsstýrismaður í uttanríkismálum, og síðani oktober 2011 hevur saksøkjarin verið landsstýrismaður í fíggjarmálum.
Tíðindaflutningur i Degi og Viku
Í Degi og Viku tann 19. desember 2013 hevði Dagur og Vika eini tíðindi undir yvirskriftini: ”Snýtti í tolli”. Í innslagnum verður sagt, at eitt felag, sum saksøkjarin var stjóri í fyri 20-25 árum síðani ”snýtti landskassan fyri meira enn eina hálva millión í tolli.” Sagt verður, at P/f N. Niclasen í fleiri ár fram til 1991 seldi vørur beinleiðis uttan at rinda toll. Í sendingini verður víst til tíðindi frá Portal.fo, sum sama dag hevur borið fram somu tíðindi. Ein samrøða verður gjørd við saksøkjaran, sum vísur skuldsetingunum aftur.
Í Degi og Viku frá 20. desember 2013 verða somu tíðindi borin fram, nú undir yvirskriftini ,,Skipafelagið fekk rokningina.”
Í sendingini verður sagt, at P/f N. Niclasen seldi vørur uttan at hava tollkredit, og at felagið, sum saksøkjarin var stjóri fyri, ”…seldi vørur uttanum tollmyndugleikarnar”. Í sendingini verður víst avrit av grein á Portal.fo frá 19. desember 2013, sum hevur hesa yvirskrift: ”Snýtti við tolli: Fíggjarmálaráðharrin snýtti landskassan fyri kr. 600.000 ” Í sendingini verður upplýst, at saksøkjarin var stjóri fyri felagið frá 29. september 1989, og at vøra varð seld uttan um tollmyndugleikarnar í 1 ½ ár, meðan saksøkjarin var stjóri fyri felagið.
At enda í tíðindabrotinum upplýsir tíðindamaðurin, at ”vit ætlaðu at spyrja Jørgen Niclasen, um tað ikki var álitisbrot móti Skipafelagnum Føroyar, ið teir umboðaðu móti samsýning, at Skipafelagið endaði við at fáa rokningina fyri vøruna hjá N. Niclasen”. Eisini verður sagt, at ”vit høvdu ætlað at spurt Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, um hann hevur álit á kassameistara sínum, landsstýrismanninum í fíggjarmálum, men hann vildi ikki koma í sjónvarpsstovuna í kvøld.”
Tann 27. desember 2013 heldur søgan fram í Degi og Viku, nú undir yvirskriftini ,,Óreglulig tollskuld.”
Í tíðindabrotinum verður sagt, at meginparturin av ”óregluligu tollskuldini” hjá P/f N. Niclasen bleiv upparbeidd, meðan saksøkjarin var stjóri. Sagt verður fleiri ferðir í sendingini, at talan er um óregluliga skuld, og at saksøkjarin skal hava útflýggjað vøru uttan um tollmyndugleikarnar. Sagt verður m.a. ”…at tollskuldin stavar frá august 1988 til 1992, tá myndugleikarnir varnaðust, hvat fór fram..”, ”…óregluliga skuldin, sum stavar frá vøru, sum varð útflýggjað uttan um tollmyndugleikarnar, hon stavar fyri størsta partin av tíðini, tá Jørgen Niclasen var stjóri…” og ”…henda óregluliga skuld hevði ongan kreditt, og endaði Skipafelagið tí við at hefta fyri hana. Hetta tí N. Niclasen, sum umboð fyri Skipafelagið, útflýggjaði sær sjálvum vøru uttan um tollmyndugleikarnar…”
Tíðindini um, at saksøkjarin skal hava snýtt landskassan í tolli, halda fram í Degi og Viku tann 30. desember 2013, nú undir yvirskriftini ”Vísur ikki skuldsetingunum aftur”.
Tíðindabrotið byrjar við, at upplesarin staðfestur fylgjandi: ”Hóast hann í 11 dagar hevur verið lagdur undir at hava snýtt við tolli, hevur landsstýrismaðurin í fíggjar- og tollmálum, Jørgen Niclasen, ongar viðmerkingar til skuldsetingarnar um, at felagið, sum hann var stjóri fyri, seldi vørur uttan at rinda toll…” Í brotinum verður grein á Portal.fo beinleiðis lisin upp og víst fram á myndini, nevniliga at saksøkjarin skal hava ”snýtt landskassan fyri kr. 600.000 í tolli.” Greinin á portalinum frá 19. desember 2013 verður gjølla endurgivin. Sagt verður eisini, at advokaturin Anfinn V. Hansen skal hava ringt til Portalin og roynt at hótt Portalin fyri ikki at almannakunngera tíðindini. Í brotinum verður annars fleiri ferðir nevnt, at saksøkjarin skal hava snýtt í tolli.
Í brotinum verður sagt, at saksøkjarin undir samrøðu 19. desember 2013 vildi sleppa sær undan ábyrgd, tí tað var pápi hansara, sum var stjóri í felagnum. Í brotinum verður hetta víst aftur, og tíðindini um, at størsti parturin av skuldini er íkomin, meðan saksøkjarin var stjóri fyri P/f N. Niclasen, verða endurtikin.
Tíðindabrotið endar við eini staðfesting av, at saksøkjarin ikki hevur gjørt nakrar viðmerkingar til hesi tíðindi, ”eingin rætting” og ”eingin frágreiðing”, og niðurstøðan er hereftir: ”…ákærurnar verða tí standandi ósvaraðar, uttan at nakað verður víst aftur.”
Í Degi og Viku 3. januar 2014 verður málið lýst undir yvirskriftini ,,Tollmálið dult síðani 2000.”
Í brotinum verður m.a. ført fram, at myndugleikarnir hava lagt lok á tollmálið ,,hjá Jørgeni Niclasen.” Í innslagnum verður aftur greinin á Portal.fo um, at Jørgen Niclasen skal hava snýtt í tolli, víst. Ymisk sitat frá skjølum í sonevnda innlitsmálinum verða endurgivin, m.a. at talan er um eitt mál, sum inniheldur ,,revsiverd viðurskifti,” og aftur verður sagt, at Jørgen Niclasen skal hava selt vørur uttan um tollvaldið.
Í brotinum verður samrøða við løgmann endurgivin, har løgmaður sigur, at eisini innlitsmálið hevur verið kent av teimum, sum arbeiða i skipanini. Kringvarpið setur spurnartekin við málsviðgerðina hjá Fíggjarmálaráðum um at goyma skjøl, ”…skjøl sum kunna avdúka, nær vørur vóru seldar uttan um tollmyndugleikarnar…”.
Í Degi og Viku 7. januar 2014 verða somu tíðindi borin fram, nú undir yvirskriftini ,,Samgongufólk vænta frágreiðing.”
Tíðindabrotið byrjar við, at tíðindamaðurin setur henda spurning: ”Hvussu kunna fólk…vit, sum eiga landskassan…sum Jørgen situr á…hvussu kunna vit hava álit á einum landsstýrismanni, sum ikki fer út og reinsar seg aftaná slíkar ákærur?”
Í tíðindabrotinum verður fleiri ferðir spurningurin settur, um fólk kunnu hava álit á einum landsstýrismanni, sum er skuldsettur fyri ”tollsvik, og sum ikki reinsar seg sjálvan”.
Undir innslagnum kemur fram nýggj yvirskrift um, at ”Jørgen má reinsa seg.”
Hereftir verður sagt, at saksøkjarin er komin undir trýst frá sínum egnu í sambandi við avdúkingina um, at hann skal hava snýtt í tolli. Í innslagnum verður roynt at fáa viðmerkingar frá fleiri løgtingslimum, sum nokta at gera viðmerkingar. Fleiri tingfólk tykjast at vera púra ófyrireikað til spurningarnar. Undir spurningunum verður fleiri ferðir nevnt, at Jørgen Niclasen er skuldsettur fyri at hava útinnt tollsvik.
Jenis av Rana sigur, at hann krevur og væntar, at saksøkjarin vil reinsa seg. Hann sigur, at málið viðførur órógv og hevur við álit at gera.
At enda í brotinum verður sagt: ”…men Jørgen heldur seg kúrran”.
Í Degi og Viku 9. januar 2014 verða tíðindini borin fram undir yvirskriftini ,,Krevja at Jørgen reinsar seg.”
Í brotinum verður Poul Michelsen endurgivin fyri at siga, at hann ikki hevur álit á Jørgen Niclasen. Hann krevur og væntar, at saksøkjarin reinsar seg sjálvan, ella leggur frá sær sum landsstýrismaður. Í tíðindabrotinum verður nevnt, at andstøðutingmenn hava somu hugsan.
Aftur hesa ferð verður sagt, at Jørgen Niclasen skal reinsa seg fyri ákærur um tollsvik.
Eisini verður sagt, at fleiri samgongufólk ynskja, at Jørgen Niclasen reinsar seg fyri hesa skuldseting.
Í tíðindabrotinum verður eisini ein onnur yvirskrift brúkt: ”Andstøðan krevur frágreiðing”.
Fleiri andstøðutingfólk úttala seg um, at tey ikki longur hava álit á Jørgen Niclasen, og at hann eigur at leggja frá sær orsakað av teimum skuldsetingum, sum hava verið frammi, herundir serstakliga tí, at hann ikki hevur reinsað seg sjálvan.
Í teimum spurningum, sum verða settir tingfólkum, er eingin ivi um, at í spurninginum liggur ein staðfesting av, at saksøkjarin skal hava snýtt tollvaldið.
Høgni Hoydal viðmerkir, m.a. ”at er hetta rætt, kann Jørgen Niclasen ikki hava nakað álitisstarv í Føroyum”.
Í innslagnum verður eisini eitt gamalt mál tikið fram um Anfinn Kallsberg, sum skal hava útinnt skjalafalsan.
Tíðindafólkið endurgevur hesi tíðindini og endursendir síðani eina samrøðu, ið saksøkjarin hevði við útvarpið tann 19. desember 2013, har tíðindafólkið greiðir frá, hvussu sølan av vørum er farin fram, og staðfestir síðani, at er ”hetta annað enn at snýta?…”
Í sendingini er nýtt brot, nú undir yvirskriftini: ”Jørgen hóttir”. Í brotinum verður sagt, at Jørgen nú hóttir við avleiðingum vegna skeivu tíðindini í Kringvarpi Føroya um tollmálið hjá honum. Avrit verður enn einaferð víst av greinum á Portal.fo um, at Jørgen Niclasen skal hava snýtt við tolli.
Kringvarpið greiðir frá, at Annfinn V Hansen, advokatur, skal hava hótt tíðindamannin á Portal.fo, sum ”hevði avdúkað málið”. Eitt tíðindaskriv frá saksøkjaranum verður eisini endurgivið um, at saksøkjarin hevur vent sær til advokat.
Í Degi og Viku 10. januar 2014 er tíðindabrot undir yvirskriftini Bíðar eftir fjølmiðlakærunevndini um, at Jørgen Niclasen nú ætlar at kæra málið til Fjølmiðlakærunevndina. Í brotinum verður fleiri ferðir víst á skuldsetingar um tollsvik. Grein á Portal.fo frá 27. desember 2013 verður víst á myndini. Greinin hevur yvirskriftina ”Snýtti við tolli: Jørgen Niclasen var stjóri størsta partin av tíðini.”
Ein samrøða verður gjørd við løgmann, har hann verður tráspurdur um sína eftirlitskyldu. Løgmaður sigur, at hann eins og øll onnur bíðar eftir eini frágreiðing. Løgmaður verður spurdur, hví hann ikki hevur lisið skjølini, sum liggja á Løgmansskrivstovuni. Tíðindafólkið, sum spyr, letur ongan iva vera um, at skjølini, sum finnast í málinum, eru rættiliga avdúkandi fyri landsstýrismannin í fíggjarmálum, og løgmaður verður spurdur, hvussu tað kann bera til, at hann hevur álit á Jørgen Niclasen sum landsstýrismanni í fíggjarmálum.
Tíðindakvinnan hjá Kringvarpi Føroya sigur m.a. ”fjølmiðlarnir hava í 20 ár bíðað eftir teimum upplýsingum, sum liggja á Løgmansskrivstovuni”, ”hví lesur tú ikki skjølini?”, ”er hettar eitt tilvildarligt mál?”, ”skuldsettur fyri at hava snýtt í tolli”.
Í somu sending verða fólk á gøtuni spurd, nú undir yvirskriftini ”Leggið frá tykkum”. Sjónvarpsverturin byrjar innslagið við hesum orðum: ”Málið um tollsvik og onnur tyngjandi mál fyri sitandi samgongu fáa fólk at ressast. Tey flestu, vit hittu í dag, vilja hava…bæði landsstýrismannin í fíggjarmálum og løgmann at leggja frá sær…” Síðani verða nøkur fólk spurd, m.a. um tey hava álit á Jørgen Niclasen sum ”kassameistara í Føroyum”. Í innslagnum vilja øll tey spurdu uttan ein hava sitandi landsstýri at leggja frá sær. Tann eini persónurin heldur, at ”allir burdu sitið aftanfyri tremmurnar”.
Í Degi og Viku 13. januar 2014 eru aftur fleiri tíðindastubbar um málið. Brotið byrjar undir yvirskriftini “Skjølini mugu fram”. Sveinur Tróndarson sigur, at hann ongantíð hevur skilt, hví myndugleikarnir hava krógvað málið, og so heldur sjónvarpsverturin fram “…sigur Sveinur Tróndarson, sum avdúkaði tollmálið hjá Jørgen Niclasen.”
Sendingin heldur fram undir yvirskriftini “Prógvini liggja hjá løgmanni”. Í sendingini verður sagt, at skjølini í málinum eru duld. “Myndugleikarnir, sum sita á skjølunum, hava tikið avgerð um, at almenningurin sleppur ikki fram at skjølunum.” Grein frá Portal.fo frá 19. desember 2013 um, at saksøkjarin hevur snýtt landskassan fyri kr. 600.000 í tolli, verður víst í sendingini. Samrøðan við løgmann frá 10. januar 2014 verður partvíst endursend. I brotinum verður fleiri ferðir róð framundir, at prógvini móti Jørgen Niclasen liggja hjá løgmanni.
Í innslagnum er undir nýggjari yvirskrift ”Almenningurin eigur at fáa innlit” samrøða við Svein Tróndarson, sum sigur seg ikki skilja, at myndugleikarnir hava krógvað málið. Hann sigur í innslagnum, at almenningurin hevur krav upp á at fáa at vita, hvat fór fram, ikki minst tí vit hava við ein politikara at gera, sum ”hevur uppbygt sær eina maktpositión, meðan málið hevur verið krógvað…” Víðari sigur hann í brotinum: ”Fyri mær er eingin ivi um, at felagið hevur brotið § 7 í tolllógini…”, ”…Fútin sigur, at eingin kann revsast … men ongin afturvísir, at talan er um lógarbrot…Tá haldi eg, at fólk mugu fáa at vita, hvat er gingið fyri seg…” Í brotinum verður Sveinur Tróndarson eisini spurdur um sína tagnarskyldu, og hann viðgongur at hava brotið sína tagnarskyldu.
Í Degi og Viku 14. januar 2014 er eitt brot um tollmálið undir yvirskiftini ”Jørgen stýrdi ótollaðu søluni”.
I brotinum verður skriv frá Grannskoðaradeild landskassans viðvíkjandi ófráboðaðari eftirlitsvitjan hjá P/f N. Niclasen tann 27. august 1992 gjølla endurgivið. Sagt verður, at ”Jørgen Niclasen hevði verið stjóri fyri P/f N. Niclasen í 3 ár, tá myndugleikarnir varnaðust, at felagið seldi vørur uttan at rinda toll…” Sagt verður, at eitt skjal, sum Dagur og Vika hevur fingið, vísir, at tað var ”ongin annar enn Jørgen Niclasen sjálvur, sum avgjørdi, nær ótollaðu vørurnar …skuldu niðan í handilin at verða seldar.”
Í brotinum verður aftur víst mynd av greinini á Portal.fo frá 19. desember 2013 um, at saksøkjarin skal hava snýtt landskassan fyri kr. 600.000 í tolli. Brot úr samrøðu við saksøkjaran frá 19. desember 2013 verður endurgivið. Myndamaðurin er á staðnum og vísir myndir av virkinum hjá P/f N. Niclasen. Í brotinum verða eisini myndir vístar av saksøkjaranum, meðan hann tykist ganga/renna undan myndamanninum inni í Løgtinginum. Tíðindamaðurin stendur seinni í tíðindabrotinum uttan fyri Fíggjarmálaráðið, har hann upplýsir, at saksøkjarin ikki vil gera viðmerkingar. Samstundis verða myndir vístar av saksøkjaranum, meðan hann í bili sínum sæst koyra burtur frá tíðindamanninum. Í innslagnum verður upplýst, at Jørgen Niclasen seinni í vikuni ætlar sær at koma við eini frágreiðing um málið.
Í Degi og Viku tann 16. januar 2014 verður málið aftur lýst, nú undir yvirskriftini: ,,Tolllógin varð brotin.” Samrøða verður gjørd við Eyðun Mørkøre, stjóra á Taks. Hann sigur, at lógin eigur at verða fylgd, ”eisini fyri 20 árum síðani.” Sagt verður, at deildin hjá tollmyndugleikunum í Sørvági ikki røkti sínar skyldur. Hetta verður sagt, samstundis sum niðurstøðan hjá Føroya Landfúta um ikki at gera meira við málið verður endurgivin. Upplýst verður, at eftirlitsmyndugleikin fyrr var desentralur, og at tollvaldið í Sørvági, sum ”helt til í kjallaranum hjá foreldrunum hjá saksøkjaranum”, samstundis sum myndir verða vístar av húsunum, ”hevði trupult við at ansa eftir, at N. Niclasen helt sínar skyldur.”
Í brotinum verður gjørt nógv burturúr, at í dag situr Jørgen Niclasen ovast í Fíggjarmálaráðnum í sama ráði, sum í síni tíð meldaði hann fyri at hava snýtt í tolli. Aftur í hesum broti verða myndir vístar av virkinum í Sørvági og av Fíggjarmálaráðnum. Í sama broti verða eisini myndir vístar av Sørvági. M.a. verður mynd víst av húsunum hjá foreldrunum hjá Jørgen Niclasen, har TAKS skal hava hildið til. Tíðindamaðurin staðfestur m.a. ”…at so tætt var millum bæði tollmyndugleikarnar, skipafelag og handil kann verða orsøkin til, at N. Niclasen kundi fáa vørur útflýggjaðar uttan at rinda toll…”
Í Degi og Viku tann 20. januar 2014 verður málið lýst undir yvirskriftini ”Tollararnir bjargaðu Jørgen”. Í sendingini verður málið endurgivið nøkulunda á sama hátt sum áðrenn. Greitt verður frá efirlitsvitjanini hjá Grannskoðaradeild landskassans frá august 1992, og dentur verður enn einaferð lagdur á, at tað var Jørgen Niclasen, sum avgjørdi, nær vøran skuldi niðan í handilin at blíva seld. I sendingini verða aftur myndir vístar av virkinum N. Niclasen í Sørvági, av sethúsunum hjá foreldrunum hjá saksøkjaranum, og ”løgreglumyndir” verða vístar. Greitt verður frá, at fútin onki kundi gera við málið, tí tollararnir høvdu góðtikið gongdina.
Málsgongdin hjá Toll- og Skattstovu Føroya verður lýst soleiðis, at í Tórshavn var eingin ivi um, at talan var um lógarbrot, og at tað fyri myndugleikarnar í Tórshavn var næstan ógjørligt at finna fram til, hvat hent var í Sørvági.
Í tíðindabrotinum verður hetta brotið úr einum skjali frá Toll- og Skattstovu Føroya endurgivið við upplestri:
”Spurningurin er, um málið ikki eisini skal síggjast í mun til, at Jørgen Niclasen sum stjóri fyri P/f N. Niclasen, í tí støðu, hann er, deils sum umsitari av avgreiðsluni hjá Føroyaleiðini og sum tollskyldugur kundi, hevur misnýtt hesa støðu, og harígjøgnum hevur skaffað felag sínum ein fíggjarligan vinning við at áføra tí almenna eitt fíggjartap av tolli.”
Eisini verður sagt, at tollarar hava ”…varnast óreglusemi hjá N. Niclasen…”, og tollari verður endurgivin fyri at siga ”…tað er einki skil á.”
Í degi og Viku tann 21. januar 2014 verður málið lýst undir yvirskriftini ”Endaði í fútarættinum”. Í innslagnum verður málsgongdin aftur lýst, serstakliga verður dentur lagdur á, at Taks metti, at talan var um ”grovt lógarbrot”. Sama brot, sum varð víst í sendingini dagin fyri: ”Spurningurin er, um málið ikki eisini skal síggjast í mun til, at Jørgen Niclasen sum stjóri fyri P/f N. Niclasen, í tí støðu hann er, deils sum umsitari av avgreiðsluni hjá Føroyaleiðini og sum tollskyldugur kundi, hevur misnýtt hesa støðu og harígjøgnum hevur skaffað felag sínum ein fíggjarligan vinning við at áføra tí almenna eitt fíggjartap av tolli”, verður aftur víst á sjónvarpsmyndini og aftur lisið upp.
Greitt verður frá, at Skipafelagið Føroyar noktaði at rinda tollin, og at málið endaði í fútarættinum, og at tað endaði við, at Skipafelagið Føroyar rindaði tollin.
Í Degi og Viku tann 24. januar 2014 verður málið lýst undir yvirskriftini ”Andsøgn millum frágreiðingar”.
Í sendingini verður nógv gjørt burturúr, at saksøkjarin á tíðindafundinum tann 17. januar 2014 greiddi frá, at tá hann í september 1992 gjørdist greiður yvir, at tollkreditturin var uppsagdur, helt P/f N. Niclasen sínar skyldur móti tollvaldinum. Løgreglufrágreiðingar frá tollarum verða endurgivnar í heilt tilvildarligum brotum, alt við tí endamáli at ”prógva”, at saksøkjarin hevur sagt ósatt á tíðindafundinum.
Í Degi og Viku tann 27. januar 2014 verður málið lýst undir yvirskriftini ”Málið í Løgtingið”. Í sendingini verður forkvinnan í landsstýrismannanevndini, Sirið Stenberg, endurgivin fyri at siga, at vit ikki kunna hava ein landsstýrismann sitandi, sum hevur selt ótollaðar vørur. Sagt verður, at andstøðan fer at viðgera málið, tá løgtingið kemur saman.
Í Degi og Viku tann 28. januar 2014 verður málið lýst undir yvirskriftini ”Jørgen rennur undan”. Sendingin byrjar við, at sjónvarpsverturin sigur, at Jørgen Niclasen ikki vil gera viðmerkingar til málið, og Jan Lamhauge, tíðindamaður, sæst renna aftan á Jørgen Niclasen úti í Fíggjarmálaráðnum. Síðani verða onnur tíðindabrot fráboðað, og verturin heldur fram: ”Vit venda aftur til brævið, sum Jørgen Niclasen landsstýrismaður rennur undan, seinni í sendingini.”
Í Degi og Viku tann 30. januar 2014 verður málið lýst undir yvirskriftini ”Vørur fóru út”. I byrjanini av brotinum verður staðfest, ”at Jørgen Niclasen fleiri ferðir segði ósatt..á tíðindafundinum tann 17. januar…” Sipað verður aftur til, at Jørgen Niclasen á tíðindafundinum segði, at tá hann fekk at vita, at tollkreditturin varð uppsagdur, varð tollur goldin av allari vøru. Aftur hesaferð verða tilvildarliga valdar frágreiðingar hjá tollarum til løgreglufrágreiðing endurgivnar, og tíðindamaðurin sigur seg nú hava fingið onnur skjøl, sum avdúka, at vørur fóru út eitt ár seinni enn september 1992. Tíðindamaðurin stendur inni í eini goymslu og reksar upp, hvør vøra er farin út. Tíðindamaðurin leggur afturat, at mangt bendir á, at onnur vøra eisini ”er farin út.” Sendingin heldur fram, nú undir yvirskriftini ”Ongin trupuleiki í tinginum”. Jan Lamhauge, tíðindamaður, spyr fleiri tingfólk, sum tykjast heilt ófyrireikað til spurningarnar, skjøl, og hann spyr samstundis, hvørjar viðmerking tey hava. Tíðindamaðurin letur ongan iva verða um, at saksøkjarin hevur sagt ósatt á tíðindafundinum.
Seinni í sendingini verður sagt, at ”høvuðsverjan” hjá saksøkjaranum á tíðindafundinum tann 17. januar 2014 var, at hann ikki fyrr enn í september 1992 fekk at vita, at tollkreditturin var uppsagdur. Tíðindamaðurin umrøður eitt bræv, sum saksøkjarin hevur skrivað tann 20. mars 1991, har hann biður tollmyndugleikarnar um at steðga við at gera ábyrgdina galdandi, til landsstýrið hevur tikið støðu til tað uppskot til loysn, sum er lagt fyri landsstýrið. Tíðindamaðurin staðfestir hereftir, at brævið má vera prógv fyri, at Jørgen Niclasen longu í mars 1991 visti, at tollkreditturin var uppsagdur. Í brotinum sæst Jan Lamhauge renna aftan á Jørgen Niclasen, og hann roynir eisini uttan úrslit at fáa annan politikara at gera viðmerkingar til sama bræv. Tíðindamaðurin staðfestir, ”at bankatrygd og tollkredittur hanga óloysiliga saman”.
Í Degi og Viku tann 4. februar 2014 verður málið lýst undir yvirskriftini ”Roknskapir manglaðu”. Í sendingini verður lagt upp til, at saksøkjarin ikki hevur sagt sannleikan viðvíkjandi roknskaparførsluni hjá P/f N. Niclasen. Í brotinum verður – meðan løgreglumyndir verða vístar – upplýst, at P/f N. Niclasen hevur fingið rykkjarar frá Føroya Landfúta um at lata inn roknskapir, og skriv um bót hesum viðvíkjandi verður víst á skerminum. Enn einaferð verður hyggjarin mintur á, at tollmyndugleikarnir meldaðu málið til fútan.
Í Degi og viku tann 10. februar 2014 verður málið lýst undir yvirskriftini ”Tikið seg úr Sambandsflokkinum”. Í innganginum verður Lisbeth Petersen, fyrrverandi løgtingskvinna, endurgivin fyri at siga: ”…ein maður sum hevur snýtt í tolli …er tað faktisk okkum øll hann snýtir tá.” Í innslagnum verður upplýst, at Lisbeth Petersen hevur tikið seg úr Sambandflokkinum. Undir yvirskriftini ”Tollmálið var dropin” sigur Lisbeth Petersen, at tá hon frætti, at løgmaður hevði álit á Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, var hetta dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. Lisbeth Petersen sigur í brotinum, at vit ”mugu krevja erligheit…og reiðiligheit” og ”ein maður, sum hevur snýtt í tolli, skal ikki vera landsstýrismaður”.
Vit eru hereftir inni í stovuni hjá Lisbeth Petersen, har telefonirnar ringja, og upplýst verður, at hettar eru fólk sum stuðla Lisbeth Petersen í hennara avgerð um at siga seg úr flokkinum. Tíðindamaðurin rennur runt í húsunum og tekur telefonina fyri Lisbeth Petersen.
Ein samrøða við Lisbeth Petersen frá útvarpinum verður eisini víst, har Lisbeth Petersen aftur sigur, at hon tekur undir við Poul Michelsen um, ”at ein maður, sum hevur snýtt í tolli, kann ikki vera landsstýrismaður”.
Undir yvirskriftini ”Harmast, men broytir einki” verður samrøða gjørd við løgmann um støðuna. Løgmaður verður aftur tráspurdur um, hvussu hann kann hava álit á Jørgen Niclasen. Tíðindamaðurin letur ongan iva vera, tá hann m.a. sigur: ”…tað eru landsstýrismenn, sum ikki eru blivnir landsstýrismenn fyri minni”. Í sjónvarpstovuni verður John Johannesen biðin um at gera viðmerkingar til politisku støðuna, og hvørjar avleiðingar útmeldingarnar hjá Lisbeth Petersen kunnu fáa fyri samgonguna ella Sambandsflokkin.
Í Degi og Viku 11. februar 2014 verður málið lýst undir yvirskriftini ”Jørgen má frá”. Í innganginum sigur Justinus Eidesgaard, at um málið ikki fær avleiðingar fyri Jørgen Niclasen, verður hetta ”…ein appell til øll…snýtið bara …tað er í ordan.”
Sjálvt innslagið hevur yvirskriftina ”Tollmálið má fáa avleiðingar”. Sagt verður, at fleiri atfinningarsamar røddir nú eru frammi í Sambandsflokkinum, sum siga, at um málið ikki fær avleiðingar fyri Jørgen Niclasen, sendir tað ein boðskap til onnur, at ”tey eisini kunnu bróta lógina”.
Lisbeth Petersen verður enn einaferð endurgivin fyri at siga, at ”ein maður, sum hevur snýtt í tolli, skal ikki vera landsstýrismaður.”
Samrøða verður gjørd við Jústinus Eidesgaard. Hann sigur, at ivamál eru um landsstýrismannin, og tí eigur hann at verða loystur úr starvi. Hann vil vera við, at tað er ”nústani nú, at vit hava fingið prógvini fram …málið er spildurnýtt”. Hann setur spurningin, um saksøkjarin orsakað av málinum kann ”…væntast at verða reiðiligur í tí starvi, hann hevur nú.”
Tíðindamaðurin slær hereftir fast, at nógv av tí, sum Jørgen Niclasen segði á tíðindafundinum, ikki er satt, ”…men tað hevur heldur ikki havt nakrar avleiðingar við sær”.
Jústinus Eidesgaard heldur fram og sigur, at Jørgen Niclasen ”…ikki er fríkendur, tí Toll og Skatt hevði ikki gjørt sína skyldu…brotið verður tað sama.” Jústinus Eidesgaard slær fast, at tað er hansara fatan, at um Jørgen Niclasen ikki sjálvur finnur útav at fara, má løgmaður hjálpa honum. Meðan hetta brotið verður víst, sæst persónur standa við uppvaski heima hjá Jústinus Eidesgaard. Eisini verða aðrar røddir í Sambandsflokkinum endurgivnar, nevniliga Petra Iversen, sum á facebook skal hava givið sína ónøgd til kennar.
Í Degi og Viku tann 14. februar 2014 er Lisbeth Petersen gestur í sjónvarpsstovuni undir ”Vangamydini”. Í sendingini verður m.a. brotið frá Lisbeth Petersen um ”at ein maður, sum hevur snýtt í tolli, kann ikki vera landsstýrismaður”, og at vit eiga at ”krevja erligheit og reiðiligheit” enn einaferð endursent.
Frágreiðing frá saksøkjaranum
Jørgen Niclasen kallaði inn til tíðindafund tann 17. januar 2014, har hann legði fram eina frágreiðing um tollmálið, eins og hann eisini legði fram øll týðandi skjøl í málinum. Frágreiðingin, sum varð løgd fram á tíðindafundinum við undirskjølunum 1 – 75, verður viðløgd sum skjal 2.
Hóast Kringvarp Føroya í fleiri vikur í tíðindasendingum hevði eftirlýst eina frágreiðing frá saksøkjaranum, sýtti Kringvarp Føroya at senda frá tíðindafundinum.
Tíðindafólk frá Kringvarpinum møttu upp til tíðindafundin og settu spurningar, men einki av hesum varð endurgivið í Degi og Viku sama kvøld.
Í útvarpinum hetta kvøldið verður eitt tíðindafólk frá Kringvarp Føroya spurt, um saksøkjarin á tíðindafundinum hevði reinsað seg sjálvan. Tað helt viðkomandi ikki. Í Degi og Viku tann 17. januar 2014 verður so at siga einki endurgivið frá tíðindafundinum. Dagur og Vika hevði í staðin eina samrøðu við Svein Tróndarson um avdúkingina av tollmálinum hjá saksøkjaranum undir sonevndu ”Vangamyndini”, har hann verður róstur fyri sítt avrik.
Annar tíðindaflutningur hja Kringvarp Føroya
Endurgevingarnar omanfyri eru bert ein lítil partur av samlaða tíðindaflutninginum hjá Kringvarpi Føroya.
Samlaði tíðindaflutningurin hjá Kringvarpi Føroya, sum inniheldur somu skuldsetingar móti saksøkjaranum um at hava ”snýtt í tolli”, ”svikað í tolli”, ”framt ólógliga sølu”, ”selt uttanum tollmyndugleikarnar”, ”tilvitað hevur brotið tolllógina”, ”tilvitað hevur áført landskassanum tap” v.m. í Kringvarpi Føroya er sera umfatandi. Samanlagt er talan um tíðindabrot, sum vara í fleiri tímar. Frammanfyri eru bert tikin við stubbar, sum hava verið í Degi og Viku. Upplýsast skal, at somu tíðindi eisini hava verið søgd í tíðindasendingunum hjá útvarpinum í sama tíðarskeiði.
Saksøkjarin ætlar undir rættarmálsviðgerini at avspæla øll tíðindabrot úr Kringvarpinum um málið í tíðarskeiðnum frá 19. desember 2013 til dags dato. So skjótt hesi brot eru tøk á fløgu, verður hon løgd fram í rættinum.
Kæra til fjølmiðlakærunevndina
Í skrivi, dagfest 16. januar 2014, til Kringvarp Føroya, kærdi undirritaði vegna saksøkjaran tíðindaflutningin hjá Kringvarpi Føroya, og hetta varð eisini sagt í broti í Degi og Viku tann 16. januar 2014. Skrivið verður lagt fram sum skjal 3.
Tann 18. februar 2014 kom svar frá Kringvarpi Føroya. Kringvarpið dugdi ikki at síggja, hvat kæran ítøkiliga snúði seg um, og vildi tí ikki fyrihalda seg til kæruna. Skrivið verður lagt fram sum skjal 4.
Við skrivi, dagfest 11. mars 2013, varð málið kært til Fjølmiðlakærunevndina. Kæran verður løgd fram sum skjal 5.
Kringvarp Føroya sendi hereftir Fjølmiðlakærunevndini sínar viðmerkingar. Skrivið, dagfest 11. apríl 2014, verður lagt fram sum skjal 6.
Sendingin ”Tollmálið”
Mánakvøldið 26. mai 2014 vísti Kringvarp Føroya beint eftir Dag og Viku ”dokudramaið” ”Tollmálið”. Sendingin er avritað á fløgu, sum verður viðløgd sum skjal 7 saman við einum úrriti hesi sending.
Í sendingini ”Tollmálið” verða settar fram skuldsetingar móti saksøkjaranum um tollsvik, at hava brotið tolllógina og at hava snýtt sín samstarvsfelaga Skipafelagið Føroyar. Sendingin inniheldur bæði skuldsetingar og niðurgering (”ringeagtsytringer”) av saksøkjaranum.
Í byrjanini av sendingini verður lagt upp til, at almenningurin hevur krav uppá at fáa at vita, hvat saksøkjarin hevur gjørt. Samrøður verða gjørdar, og spurnartekin verður sett við, um saksøkjarin hevur hildið landsins lógir.
Sagt verður í innganginum til sendingina, at málið er serliga áhugavert, ikki minst tí ”ein røð av gølum hava merkt politiska lívið” hjá saksøkjaranum, og ikki minst tí ”málið hevur verið dult”.
Í sendingini verður sagt, at saksøkjarin skal hava dult málið fyri at ”halda fast við valdið”.
Tónleikurin aftanfyri sendingina letur heldur ongan iva verða um, hvønn persón Kringvarp Føroya metir vit hava við at gera. Aftanfyri tekstin verða spæld løg sum ”Political Warfare”, ”Hidden Secret”, ”Undercover”, ”Alment starv”, ”Undergrove and Dark Case” og ”Teach Your Children Well”.
Reinur gjøldur verður gjørdur burtur úr saksøkjaranum. Millum annað verður sagt, at honum dámar væl “at gera seg upp og spæla sjónleik”.
Lisið verður burtur úr tilvildarligum skjølum og heilt tilvildarlig sitat úr løgreglurapportum verða endurgivin, alt við tí endamáli at kriminalisera og látursgera saksøkjaran. Sendingin verður eisini klipt soleiðis, at tá saksøkjaran á tíðindafundinum sigur, at hann ikki hevur brotið tolllógina, so verða samstundis myndir kliptar inn av øðrum persónum, sum skula geva hyggjaranum ta fatan, at hesir ikki trúgva tí, sum saksøkjarin sigur.
Í sendingini verður saksøkjarin skuldsettur fyri við vilja at hava fjalt tollsøluna fyri myndugleikunum, soleiðis at hesir ”…ikki fáa fylgt við, hvussu stór skuldin er” samstundis, sum nógv verður gjørt burtur úr, at P/f N. Niclasen ikki hevur latið roknskapir inn til partafelagsskránna. Saksøkjarin verður í hesum sambandi beinleiðis skuldsettur fyri at vilja dylja skuldina fyri almenninginum, og at hetta er orsøkin til, at felagið ikki lat roknskapir inn til partafelagsskránna.
Sagt verður, at í politisku skipanini hevur verið ”tosað um tollmálið handan afturlatnar dyr”, og at saksøkjarin helst hevur vitað, ”at tollmálið kundi forða honum í at røkja politiskar álitissessir”. Í sama viðfangi verða samrøður gjørdar við spurninginum um, ”hví verður lok lagt á hettar?”
Fleiri ferðir verður sagt í sendingini, at P/f N. Niclasen væl vitandi hevur selt ótollaðar vørur. Eitt tilvildarligt sitat úr løgreglurapport frá juli 1993 verður lisið upp, samstundis sum myndir verða vístar av persóni, sum á miðjari nátt fer inn í eina vørugoymslu.
Soleiðis verður bygt upp, og tá vit koma longur inn í sendingina, verða skuldsetingar móti saksøkjaranum um óreglusemi bornar fram beinleiðis. Umleið 35 minuttir inni í sendingini staðfestur Jan Lamhauge, at skjølini …”staðfesta greitt, at saksøkjarin tilvitað hevur brotið tolllógina fleiri ferðir…” og ”..tilvitað hevur páført landskassanum eitt fíggjarligt tap…” og at saksøkjarin ”… ikki hevur verið í góðari trúgv – tvørturímóti…”.
Í sendingini verður eisini nógv gjørt burtur úr leiklutinum hjá teimum advokatum, sum hava umboðað saksøkjaran.
Í stríð við sannleikan verður róð framundir, at orsøkin til, at saksøkjarin legði skjølini fram, var, at Taks undan tíðindafundinum tann 17. januar 2014 hevði tikið avgerð um at geva innlit í øll skjølini í málinum. Advokaturin hjá saksøkjaranum verður lagdur undir at hava sorterað tyngjandi skjøl frá í samband við frágreiðingina, sum bleiv løgd fram á tíðindafundinum. Sveinur Tróndarson ger gjøldur burtur úr Annfinni V. Hansen, advokati, tí hesin skal hava gjørt honum greitt, at greinin, sum var løgd út á Portal.fo tann 19. desember 2013, var ærumeiðandi og kundi føra við sær fongsulsrevsing.
Umleið 43 minuttir inni í sendingini verður greinin á Portal.fo víst fram um, at saksøkjarin skal hava snýtt landskassan fyri kr. 600.000 í tolli. Sveinur Tróndarson verður hereftir biðin um viðmerkingar, og hann førir fram, at tað ikki fyriliggur nakað annað orð fyri tí, sum er farið fram, enn at, ”hetta er einki annað enn at snýta”.
Eftir hetta verða løgreglumyndir vístar, og sagt verður, at bæði felagið og saksøkjarin vóru meldaði til løgregluna fyri tollsvik.
Umleið 48 minuttir inni í sendingini greiðir Sveinur Tróndarson frá viðurskiftunum millum landskassan og Skipafelagið Føroyar. Hann sigur m.a., at grundarlagið fyri kravinum frá tollmyndugleikunum mótvegis Skipafelagnum er, at tollmyndugleikarnir siga, ”at tykkara samstarvspartnari hevur snýtt landskassan fyri so og so nógvar pengar – tit mugu nú rinda tykkara part…”
Beint eftir hetta (49.32) verður sagt, at talan var um áralangt brot á tolllógina. Myndir verða vístar av saksøkjaranum, tá hann í desember 1998 gjørdist landsstýrismaður, og sagt verður (50.10) at saksøkjarin slapp undan revsing og rokning fyri ótollaðu vøruna, hann hevði selt. Málið verður eisini umrøtt sum ”tollsvikið” (52.29), og eisini verður sagt, at tað einki er at ivast í, saksøkjarin ikki vil viðurkenna fakta (55.12).
Í sendingini verður eisini ein sangur spældur, sum saksøkjarin syngur (58.25) nevndur ”Besti vinur mín”. Meðan hesin sangur verður spældur, verða ymsar myndir vístar av saksøkjaranum, sum eisini skula geva hyggjarunum fatan av, at hann rennur undan.
Til endans tekur sendingin samanum. Sagt verður enn einaferð, at almenningurin hevur krav at vita ”hvat hann hevur gjørt” (01.00.52). Sveinur Tróndarson verður endurgivin fyri at siga (01.01.31), at vit í hesum føri hava ”ein fólkavaldan politikara, sum hevur snýtt landskassan fyri fleiri hundrað túsund krónur… sum síðani er blivin landsstýrismaður…Nú situr hann og umsitur ta lóg, sum hann sjálvur hevur brotið…”
Eisini verður spurt (01.02.02), hvussu saksøkjarin kann krevja av øðrum, at hesi skulu halda tollógina, tá hann sjálvur hevur brotið tolllógina. Sagt verður eisini (01.06.49), at tað fyri saksøkjaran hevur verið ”heppið at tollmálið hevur verið dult so leingi”. Í sendingini verður eisini sagt m.a., at ”saksøkjarin ikki helt tolllógina í 4 ár.” (01.02.44).
Uppskot um misálit
Sendingin varð víst mánadagin 26. mai 2014 og send sum framhald av Degi og Viku. Vanliga skráin bleiv broytt soleiðis, at ítróttarsendingin bleiv flutt. Sendingin er endursend tvær ferðir, og sendingin liggur inni á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya.
Sendingin bleiv helst send mánadag, tí tey saksøktu vistu, at løgtingsfundur skuldi verða mikudagin 28. mai 2014. Sendingin var eisini beinleiðis orsøkin til, at fundarskráin varð broytt í Løgtinginum, og at andstøðan í tinginum legði fram uppskot um misálit móti saksøkjaranum. Uppskotið fall við 16 atkvøðum fyri og 17 atkvøðum ímóti.
Uppskotið verður lagt fram sum skjal 8.
Tað er eingin ivi um, at løgtingslimir hava uppfatað skuldsetingarnar hjá Kringvarpi Føroya og Portal.fo sum sera álvarsamar. Í viðmerkingunum til uppskotið um misálit verður sagt soleiðis:
Í seinastuni eru sera álvarsligar og tyngjandi upplýsingar komnar fram í ljósið, og skjøl løgd fram í
almenninginum um persónligu ábyrgdina hjá landsstýrismanninum í fíggjar-, og tollmálum sum stjóri í privatari fyritøku í sambandi við óreglusemi í tollavgreiðslu, vøruútflýggjan o.ø. fyri árum síðani.
Landsstýrismaðurin hevur ikki viðurkent ábyrgd fyri teimum hendingum, ið eru komnar fram, og hevur ikki tikið haldgóð stig til at reinsa seg rættarliga fyri tyngjandi upplýsingarnar.
Síðani er eisini staðfest, at landsstýrismaðurin alment hevur sagt ósatt um sín leiklut og sína ábyrgd av tí, sum er farið fram.
Tað kann ikki góðtakast, at ein landsstýrismaður, sum er settur til og hevur rættarliga ábyrgd av at halda landsins lógir fyri allar borgarar í landinum, verjur óreglusemi vi teimum lógum, hann hevur ábyrgdina av at umsita.
Tað kann ikki verjast, at ein landsstýrismaður sigur ósatt. Og tað kann ikki góðtakast, at landsstýrismaðurin í tollmálum í eftirfylgjandi tíðindaskrivi verjur, at tollreglurnar verða ikki hildnar.
Álitið á politisku skipanina og rættarfatanina verður máað burtur, um hetta ikki fær avleiðingar og ábyrgd staðfesta.
Løgmaður, ið hevur ábyrgdina av landsstýrinum og fyrisitingini, átti tí at loyst landsstýrismannin úr starvi. Tá ið einki bendir á, at slíkt stig verður tikið, eigur Løgtingið at samtykkja misálitsváttan á landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Tíðindaflutningurin á Portal.fo
Tíðindaflutningurin á Portal.fo hevur havt nøkulunda sama innihald, sum tíðindini í Kringvarpinum (sjónvarpi og útvarpi).
Í so at siga øllum greinunum verður saksøkjarin skuldsettur fyri at hava snýtt í tolli. Flestu greinar á Portal.fo síðani 19. desember 2013 hava verið skrivaðar undir høvuðsyvirskriftini ,,Snýtti í tolli,” eins og fleiri greinar eru skrásettar undir heitinum ,,Aktuelt > Lóg og landaskil > Undandráttur & svik.”
Í grein frá 19.12.2013 á portal.fo verður Jørgen Niclasen skuldsettur fyri at hava snýtt við tolli. Greinin hevur yvirskriftina: ”Snýtti við tolli: Fíggjarmálaráðharrin snýtti landskassan fyri kr. 600.000 ” Í greinini verður m.a. sagt soleiðis: ”Sambært skjølunum, sum Portal.fo hevur fingið innlit í, byrjaði tollsvikið í 1988, og tað endaði, tá gamla tolllógin fór úr gildi, og mvg-lógin tók við í 1992”. Greinin verður løgd fram sum skjal 9.
Í grein 20. desember 2013 hevur Portal.fo samrøðu við løgmann. Greinin hevur yvirskriftina ”Løgmaður fult álit á Jørgen Niclasen”. Í greinini verður m.a. sagt soleiðis: ”Málið við tollsnýtinum hjá Jørgeni Niclasen liggur so langt afturi, at løgmaður ikki sær tað sum sína skyldu at kanna tað nærri.” og ”í gjár kom fram á Portalinum, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, fyrst í 90-unum snýtti skattavaldið fyri umleið kr. 600.000…” og ”Jørgen Niclasen er í dag landsstýrismaður, og umsitur millum annað tollvaldið, sum hann er lagdur undir at hava snýtt.” Greinin verður løgd fram sum skjal 10.
Í grein frá 20. desember 2013 umrøður Portal.fo viðurskiftini millum N. Niclasen og Skipafelagið. Greinin hevur yvirskriftina: ”Snýtti við tolli: Skipafelagið hekk upp á rokningina.” Í greinini verður sagt, at ”…Skipafelagið Føroyar…kom at hanga uppá rokningina, tá P/F N. Niclasen, har Jørgen Niclasen, var stjóri, snýtti við tollinum av teimum vørunum, sum felagið innflutti og síðan seldi í handlinum í Sørvági. Tað vísa skjølini, sum Portal.fo hevur fingið innlit í.” og ”tað er eingin ivi um, at talan er um brot á grein 7 í gomlu tolllógini…”, og ”tí hevur P/F N. Nicasen, har Jørgen Niclasen var stjóri, ikki bara snýtt landskassan fyri toll. Felagið snýtti eisini sín nærmasta samstarvsfelaga fyri fleiri 100.000 kr.”. Greinin verður løgd fram sum skjal 11.
Í grein á Portal.fo frá 20. desember 2013 verður tollmálið enn einaferð viðgjørt, nú undir yvirskriftini: ”Snýtti við tolli: Soleiðis gekk tað fyri seg”. Í greinini verður m.a. sagt soleiðis: ”tað var tí, at P/F N. Niclasen var aðalumboð hjá Skipafelagnum Føroyar í Sørvági, har Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við tollmálum, var stjóri, kundi snýta við tollinum.” Greinin verður løgd fram sum skjal 12.
Í grein á Portal.fo enntá sjálvan tollaksmessudag verður málið umrøtt, nú undir yvirskriftini: ”Snýtti við tolli: Snýtið byrjaði tá tollstovan stongdi tollkredittin.” Í greinini verður m.a. sagt soleiðis: ”Tíðarlinjan í málinum um tollsnýtið hjá P/F N. Niclasen vísir, at tað var tá landskassin stongdi tollkredittin hjá fyritøkuni, tí skuldin var blivin ov stór, at fyritøkan byrjaði at snýta við tollinum”, og ”tað var eftir hetta, at felagið byrjaði at snýta við tollinum, við at taka vørur út av goymsluni hjá Skipafelagnum Føroyar uttan at rinda toll”, og ”..so kundu vit tikið dømi úr bankaverðini. Hetta kann samanberast við, at eitt felag, sum í einum banka hevur ein kassakreditt, men har sum allir pengarnir eru brúktir. Og fyri at fáa fleiri pengar, fer felagið sjálvt inn í bankan og tekur fleiri pengar. Uttan at siga bankanum frá.” Greinin verður løgd fram sum skjal 13.
Í grein á Portal.fo tann 27. desember 2013 verður málið aftur lýst, nú undir yvirskriftini: ”Snýtti við tolli: Jørgen var stjóri størsta partin av tíðini” Í greinini verður m.a. sagt soleiðis: ”Skjølini, sum Portal.fo hevur fingið innlit í, vísa, at tollsnýtið gekk fyri seg frá august 1988 til og við 1991”. Greinin verður løgd fram sum skjal 14.
Aftur sama dag, tann 27. desember 2013 er onnur grein á Portal.fo undir yvirskriftini: ”Snýtti við tolli: Óneyvar upplýsingar á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum.” Greinin verður løgd fram sum skjal 15.
Í grein á Portal.fo, dagfest 9. januar 2014, verður málið aftur viðgjørt undir yvirskriftini: ”Snýtti við tolli: Nú hóttir Jørgen við sak”. Í greinini verður m.a. sagt soleiðis: ”Í gjárkvøldið svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður,…aftur uppá tær ákærur, sum hava verið móti honum….hevur snýtt við tolli fyri fleiri 100.000 kr…” Greinin verður løgd fram sum skjal 16.
Í grein á Portal.fo tann 23. januar 2014 verður málið viðgjørt undir yvirskriftini: ”Poul Michelsen: Ein stjóri sum hevur snýtt í tolli, kann ikki verða landsstýrismaður.” Greinin verður løgd fram sum skjal 17.
Í grein á Portal.fo tann 28. januar 2014 verður málið viðgjørt undir yvirskriftini: ”Tollmálið: Vøran var hvørki goldin ella tollroknað.” Í greinini verður m.a. sagt soleiðis: ”Málið um tollsnýtið hjá P/F N. Niclasen snýr seg ikki bara um, at fyritøkan hevur selt vørur, sum tollur ikki var goldin av. Felagið sløsaði so nógv við at lata pappírini inn, at Tollstovan í roynd og veru ongan kjans hevði at rokna tollin.” Greinin verður løgd fram sum skjal 18.
Í grein á Portal.fo tann 31. januar 2014 verður málið lýst undir yvirskriftini: ”Tollmálið: Landsstýrismaðurin tambaði sannleikan á tíðindafundinum”. Av greinini – eins og øðrum greinum – framgongur, at hon eisini verður lýst við hesum undirteksti: ”Aktuelt, lóg og landsskil, undandráttur & svik.” Greinin verður løgd fram sum skjal 19.
Saksøkjarin kærdi við skrivi, dagfest 16. Januar 2014, tíðindaflutningin hjá Portal.fo til Fjølmiðlakærunevndina. Skrivið verður lagt fram sum skjal 20.
Portal.fo hevur gjørt viðmerkingar til kæruna við ódagfestum skrivi, sum verður lagt fram sum skjal 21.
Undirritaði hevur gjørt viðmerkingar til svarskrivið frá Portal.fo við skrivið til Fjølmiðlakærunevndina, dagfest 1. mai 2014, sum verður lagt fram sum skjal 22.
Rættarmálsgrundir
Viðvíkjandi faktisku gongdini í sonevnda tollmálinum hjá Jørgen Niclasen verður víst til skjal 2 við tilhoyrandi undirskjølum 1 – 75.
Tollmálið hjá P/f N Niclasen er avgreitt fyri mongum árum síðani. Málið bleiv meldað til løgregluna, sum gjørdi kanningar í málinum. Saksøkjarin bleiv ongantíð avhoyrdur í málinum. Hann fekk heldur ikki nakra fráboðan um, at málið varð fráboðað løgregluni. Saksøkjarin er heldur ongantíð skuldsettur í málinum.
Í skrivi, dagfest 7. februar 1994, boðaði Føroya Landfúti Toll- og Skattstovu Føroya frá, at ákæruvaldið ikki metti, at tað kundi staðfestast revsiverd viðurskifti í málinum. Føroya Landfúti bað um viðmerkingar frá Toll- og Skattstovu Føroya. Ongar viðmerkingar vórðu gjørdar, og góðkendi Toll- og Skattstova Føroya sostatt niðurstøðuna hjá Føroya Landfúta.
Toll- og Skattstovan kravdi hereftir skyldugan toll inn frá Skipafelagnum Føroyar, sum rindaði tollin, sum felagið hevur ábyrgdina av. Tað fyriliggur í dag ongin ósemja millum saksøkjaran og Toll- og Skattstovu Føroya. Tað sama ger seg galdandi um viðurskiftini millum Skipafelagið Føroyar og P/f N. Niclasen.
Tað skal upplýsast, at Toll- og Skattstova Føroya fekk fráboðan um alla vøru, sum varð latin inn á goymsluna hjá Skipafelagnum Føroyar, og sum síðani varð latin P/f N. Niclasen. Tað hevur sostatt ongantíð borið til hjá felagnum at ”selt vørur uttan um tollvaldið”. Eisini er støðan tann, at tollur bleiv roknaður av allari vøru, sum P/f N. Niclasen seldi. Talan hevur sostatt ongantíð verið um at ”selja ótollaða vøru”.
Skjølini í málinum vísa eisini heilt greitt, at saksøkjarin gjøgnum fleiri ár hevði eitt umfatandi samskifti við Tollmyndugleikarnar, sum gjøgnum skrivligar áheitanir, roknskapir v.m. fingu fult innlit í tollskuldina hjá felagnum.
At skuldseta saksøkjaran fyri at hava ”snýtt” ella ”svikað” við tolli er tað sama, sum at skuldseta hann fyri revsiverd viðurskifti. Høvdu skuldsetingarnar verið sannar, hevði saksøkjarin kunnað verðið dømdur fongsulsrevsing fyri brot á m.a. revsilógina § 279 um svik. Ein skuldseting um ”snýt” og ”svik” kann ikki skiljast øðrvísi, enn at saksøkjarin skal hava krógva upplýsingar fyri tollvaldinum fyri at útvega sær sjálvum ein fíggjarligan fyrimun, og at saksøkjarin skal hava áført landskassanum eitt tilsvarandi tap. Hettar er eisini tað, sum beinleiðis og óbeinleiðis gongur aftur í festu tíðindabrotunum, sum hava verið víst í Degi og Viku og eisini í sendingini ”Tollmálið”. Tað sama ger seg galdandi fyri greinar, sum eru lagdar út á Portal.fo
Tíðindini um, at saksøkjarin og P/f N. Niclasen vóru meldað til løgregluna, hava fyrr verið umrødd í fjølmiðlunum. Talan er sostatt ikki um eitt óupplýst mál í fjølmiðlunum. Oyggjatiðindi hevði greinar um hesi tíðindi, m.a. á forsíðuni tann 22. oktober 1997. Greinin verður framløgd sum skjal 23.
Gjørt verður galdandi, at málið ongan aktuellan týdning hevði, tá tey saksøktu í desember 2013 fyrstu ferð settu fram skuldsetingar móti saksøkjaranum.
Síðani Føroya Landfúti slepti málinum, er einki nýtt framkomið í málinum yvirhøvur. Tey skjøl, sum fyriliggja í málinum, eru øll frá tíðarskeiðinum, tá løgreglan kannaði málið. Hvørki Taks ella Skipafelagið Føroyar hava fyritikið sær nakað í málinum yvirhøvur í útvið 20 ár. Málið er sostatt eisini fyrnað fyri mongum árum síðani.
Saksøkjarin hevur ikki goymt skjøl, sum viðvíkja málinum. Einastu skjølini, sum kunnu útvegast í dag, eru tey skjøl, sum saksøkjarin og fjølmiðlarnir – herundir tey saksøktu – hava fingið avrit av.
Tey saksøktu hava gjørt nógv burtur úr, at skjølini í málinum hava verið ”goymd”, og at myndugleikarnir ikki hava vilja givið innlit í skølini í málinum. Hertil er at siga, at saksøkjarin ongan leiklut hevur havt í avgreiðsluni av umbønum um alment innlit. Hetta eru tey saksøktu eisini vitandi um. Ónøgdin hjá teimum saksøktu inn á myndugleikar, sum hava noktað alment innlit, gevur teimum saksøktu á ongan hátt rætt til at seta fram grovar skuldsetingar móti saksøkjaranum um at hava snýtt og svikað í tolli og at hava framt onnur revsiverd viðurskifti.
Uttan nakra grundgeving og uttan nakað tilknýti til nakað aktuelt mál verður saksøkjarin á Portal.fo og í Kringvarpinum tann 19. desember 2014 skuldsettur fyri at hava framt tollsvik.
Tey saksøktu hava onga sakliga grund fyri í desember 2013 at byrja eina útspillingarherferð móti saksøkjaranum um at hava snýtt og svikað í tolli v.m. Tey saksøktu eru í tíðindaflutningi sínum farin langt út um tað mark, sum grein 10 í evropeiska Mannarættindasáttmálnum loyvir fjølmiðlunum at gera kritiskar/áleypandi sendingar um aktuell evni, herundir um politikarar. Í hesum máli er talan um skuldsetingar um privat viðurskifti, og talan er heldur ikki um endurgeving av keldum, men skuldsetingar, sum í sjálvum sær verða framleiddar av teimum saksøktu.
Tá tey saksøktu í desember 2013 alment skuldseta saksøkjaran fyri at hava snýtt í tolli v.m., eru tey øll vitandi um, at Føroya Landfúti í 1994 kom til ta beint øvugtu niðurstøðu, nevniliga at saksøkjarin ikki hevði gjørt nakað revsivert.
Eisini framgongur av málinum, at tá skuldsetingin um tollsvik verður sett fram í desember 2013, hava tey saksøktu ikki fingið innlit í skjølini í málinum.
Gjørt verður sostatt galdandi, at skuldsetingarnar verða settar fram móti betri vitan. Tey saksøktu hava heldur ikki havt nakra rímiliga orsøk til at halda, at skuldsetingarnar eru sannar. Tey saksøktu vistu øll um niðurstøðuna hjá Føroya Landfúta, tá skuldsetingarnar fyrstu ferð verða settar fram í desember 2013. Tað er serstakliga skerpandi, at herferðin móti saksøkjaranum verður endurtikin sera ofta, eisini eftir at tey saksøktu hava fingið innlit í skjølini í málinum, m.a., at Ákæruvaldið ikki metti, at revsiverd viðurskifti kundu prógvast. Í staðin fyri at steðga á, verða skuldsetingarnar gjøgnum tíðarskeiðið bara herdar. Tað er eisini serstakliga skerpandi, at tey saksøktu halda fram við skuldsetingum eftir, at saksøkjarin hevur kært málið til fjølmiðlakærunevndina, og at tey saksøktu ikki vildu lata saksøkjaran koma til orðanna við loyalt at endurgeva tað frágreiðing, sum saksøkjarin kom við á tíðindafundinum 17. januar 2014.
Gjørt verður galdandi, at Kringvarp Føroya ikki á nakran hátt hevur avmarkað seg til at endurgeva Portal.fo. Kringvarp Føroya hevur upp í saman endurtikið skuldsetingarnar, og hevur sett somu skuldsetingarnar fram móti saksøkjaranum sum sínar egnu skuldsetingar.
Søgan um saksøkjaran sum tollsnýtara verður upprunaliga skrivað av saksøkta IV, sum alment hevur sagt, at hann hevur ætlað at skriva hesa søgu í 20 ár. Hann viðgongur eisini, at hann við vilja hevur brotið tagnarskylduna, tí hann metir, at týdningurin av hesi søgu gongur fram um tagnarskylduna. Tað er skerpandi, at upplýsingar til søgurnar um saksøkjaran eru fingnir til vega á revsiverdan hátt.
Tað er lítil ivi um, at eitt av endamálunum hjá saksøkta IV at seta fram nevndu skuldsetingar móti saksøkjaranum er grundað á egin áhugamál. Saksøkti tekur æruna fyri ”avdúkingina” av saksøkjaranum og letur seg sjálvan framstilla í m.a. ”Vangamyndini” tann 17. januar 2014 sum eitt slag av ”whistleblower” ella tað føroyska svarið til Edward Snowden. Eisini hevur saksøkti viðgingið at hava havt ætlanir um at almannakunngera ”søguna” um saksøkjaran í 20 ár. Sum skjal 24 verður løgd fram grein í Starvsblaðnum frá 2. juni 2013, har samrøða verður gjørd við saksøkta IV.
Eftir at Portal.fo og Kringvarp Føroya gjøgnum eina tíð hava skuldsett saksøkjaran fyri at hava snýtt í tolli, verða fólk biðin at gera viðmerkingar. Hesi fólk verða í veruleikanum biðin um at gera viðmerkingar til tær skuldsetingar, sum tey saksøktu sjálvi hava framleitt. Spurningarnir til tey spurdu lata ongan iva vera um, at talan er um ”tollsnýt”, ”tollsvik”, ”sølu uttanum tollmyndugleikarnar” og ”sølu av ótollaðum vørum”.
Tey spurdu sleppa eisini heilt ótarnað at endurtaka somu skuldsetingar móti saksøkjaranum. Skuldsetingarnar móti saksøkjaranum verða settar fram so ofta, at hesar eftirhondini blíva til vanligt gerandistos. Á henda hátt sleppa Lisbeth Petersen og Justinus Eidesgaad – og fleiri fólk á gøtuni – heilt ótarnað at seta fram ærumeiðandi skuldsetingar móti saksøkjaranum. Tað er eingin ivi um, at endamálið hjá tíðindafólkunum at biðja um viðmerkingar frá nevndu persónum er, at hesir persónar skula staðfesta tær skuldsetingar, sum Kringvarpið og Portal.fo hava sett móti saksøkjaranum.
Lisbeth Petsern verður upp í saman endurgivin fyri at siga, at ”at ein maður, sum hevur snýtt í tolli, kann ikki vera landsstýrismaður”. Henda útsøgn verður av Kringvarpinum endurtikin sera ofta. Tað sama ger seg galdandi við Justinus Eidesgaard, sum heilt ótarnaður sleppur at siga til dømis ”at hettar er eitt signal til onnur – snýtið bara”.
Í sendingini ”Tollmálið” verða allar skuldsetingarnar savnaðar saman og endurgivnar við sama innihaldi sum frammanundan, men við uppaftur størri styrki. Skuldsetingarnar verða eisini samantvinnaðar soleiðis, at sendingin í stóran mun verður ein sonn útspilling (”ringeagtsytringer”) av saksøkjaranum. Myndirnar, tónleikurin, klipp av myndum, tilvildariligt kut burtur úr skjølum verður alt sett saman soleiðis, at hyggjarin ikki skal vera í iva um, at saksøkjarin er kriminellur og at hann sigur ósatt.
Endamálið við sendingini er sostatt reint karaktermorð av saksøkjaranum. Hetta sæst m.a., tá ein sangur verður spældur, sum saksøkjaran í heilt øðrum sambandi hevur sungið, alt meðan myndir verða vístar av Fíggjarmálaráðnum. Gamlar myndir verða vístar og sagt verður m.a., at saksøkjarin ”dámar væl at gera seg upp”. Í sendingini verður eisini lagt upp til, at samskiftið millum saksøkjaran og tollvaldið er merkt av mutri, og at aðrir politiskir partamenn hjá saksøkjaranum hava luttikið í hesum mutri.
Endamálið við sendingini er eisini at geva hyggjaranum eina fatan av, at saksøkjarin við vilja segði ósatt á tíðindafundinum tann 17. januar 2014, og at saksøkjarin hevur krógvað týðandi skjøl í málinum. Skjøl sum skula avdúka, at saksøkjarin eisini í 1992 og 1993 svikaði í tolli. Henda skuldseting verður eisini sett fram móti betri vitan, tí skjølini




