Tað sigur AB leikari, sum stóð í sama vinkli sum linjuverjin.
Tað gjørdist ársins mest dramatiski endi á einum dysti í Effodeildini í ár, tá AB og KÍ spældu á Argjum í kvøld. Í seinasta sekundinum javnaði AB, men ivasamt var, um bólturin var innanfyri.
Norðlýsið hevur tosað við nógv fólk – bæði áskoðarar og leikarar – sum stóðu væl fyri og tað tykist vera semja um, at bólturin var ikki innanfyri.
Men AB leikarin Dion Splidt sá støðuna annarleiðis.
– Eg standi mótsatt har, sum bólturin kemur frá. Faktisk standi eg í áleið sama vinkli sum linjuverjin. Og eg síggi tað sum, at Meinhardt missir bóltin innum strikuna, áðrenn hann fer útaftur við honum. Í fyrsta umfari var hann ikki innanfyri, men tá hann missir bóltin niður, síggi eg hann innanfyri. Og tað eri eg ikki í iva um, sigur Dion Spildt við Norðlýsið um avgerandi støðuna í dystinum.
Hann helt annars, at AB var betra liðið størsta partin av dystinum og hevði uppiborið minst eitt stig. Og skuldi tað koppa útfrá leikgongdini, so helt hann, at AB átti at vunnið dystin.




