Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðslan í undirsjóvartunnlunum økist í stórum

John William Joensen

Í mai øktist ferðslan í Norðoyatunnlinum 13,5 % í mun til mai 2013 (mai 2014 – 2493 akfør og mai 2013 – 2197 akfør). Í Vágatunnlinum var økingin 15,7 % (mai 2014 -1963 akfør og mai 2013 – 1697 akfør)

Í mai øktist ferðslan í Norðoyatunnlinum 13,5 % í mun til sam mánað í fjør (mai 2014 – 2493 akfør og mai 2013 – 2197 akfør). Í Vágatunnlinum var økingin 15,7 % (mai 2014 -1963 akfør og mai 2013 – 1697 akfør)

Higartil í ár er ferðslan í Norðoyatunnlinum økt við 7,8% og ferðslan í Vágatunnlinum 8,6 %.

– Tað er ein sannroynd at prísirnir ávirka ferðsluna og prísirnir í undirsjóvartunnlinum eru nógv lækkaðir og harafturat er prísskipanin broytt og kubbarnir eru vornir nógv bíligari. Eisini tykist meira virksemi verða í samfelagnum sum heild og tað ávirkar sjálvandi eisini, sigur Uni Danielsen stjóri í Norðoya- og Vágatunnlinum.