Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ruskinnsavnarar til IRF

Lýsing

IRF søkir við hesum eftir einum ruskinnsavnara til bilin Royðuber at byrja skjótast til ber.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum m.a. fevnir um:

Innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í meginøkinum.


Hevur tú stóra koyrikortið, ert vanur at koyra lastbil, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur góðan ordan, ert tú møguliga tann, vit søkja.

Tann, ið settur verður í starv, kann eisini rokna við øðrum uppgávum innan IRF.


Starvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.


Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF tlf. 414243, Jógvan Júst Olsen.


Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi innan týsdagin 1. juli 2014.

IRF

Víkarvegur 107

520 Leirvík


IRF hevur 5 serútgjørdar bilar til ruskinnsavning: Rósa, Royðuber, Reinfann og Reyðsmæra.

Arbeiðsøkið hjá Rósu, Royðuber og Reinfann er í meginøkinum. Tríggir mans eru við hvørjum bili.