Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Summartónar konsert í Fuglafirði í kvøld

Tíðindaskriv

Mentanarhúsið í Fuglafirði verður í kvøld, hósdag 19. juni, kl. 20.00 karmur um eina flygel- og violinkonsert við Birgitte Schnakenburg og Moniku Stauss Joensen. Atgongumerki á 50,- fáast við dyrnar og lesandi sleppa inn ókeypis.

Mentanarhúsið í Fuglafirði verður í kvøld, hósdag 19. juni, kl. 20.00 karmur um eina flygel- og violinkonsert við Birgitte Schnakenburg og Moniku Stauss Joensen. Atgongumerki á 50,- fáast við dyrnar og lesandi sleppa inn ókeypis.

Eins og undanfarin ár, skipar felagið Føroysk Tónaskøld fyri ymiskum konsertum kring landið, við tí endamálið at menna føroyskan tónleik.

Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg hava spælt og framført saman í sjey ár, bæði í Føroyum og uttanlanda. Hetta er sætta árið at tær luttaka saman á Summartónum. Harumframt hava tær eisini framført sum “kamartrio” saman við Kenneth Jones á trompet.
Monika og Birgitte hava áður givið tvær fløgur út við heitinum “Klassiska tónleikaperlur 1 og 2”. Í 2011 framførdu tær fyri Margrethu Drotning og hennara fylgið. Jólakonsertirnar á Bátasavninum í Leirvík, sum Osmundur Justinussen beint undan jólum í 2012 lat Eysturkommunu, er nærum vorðin ein siðvenja í bygdini.
Í januar 2013 vóru Monika og Birgitte á konsertferð í Tucson, Arizona í USA. Umframt at framføra fyri TMA (Tucson Musicteacher Association), vóru eisini fleiri aðrar konsertir og tær hildu masterclass fyri framkomnum næmingum.

Verk eftir César Franck, Elzbieta Wiedner-Zajac og Leif Hansen.
Til summartónakonsertirnar fara Monika og Birgitte at framføra violinsonatuna eftir César Franck, “Capriccio” sum Leif Hansen hevur skrivað og “Práludium in la” og “Eine kleine Fantasie für Anna” av polska klaverleikaranum Elzbieta Wiedner-Zajac.
Verkið eftir Leif Hansen hevur sína serstøku søgu. Leif Hansen er føddur og uppvaksin í Nólsoy, er giftur Anne Mette Greve Klemensen og eru tey búsett í Fuglafirði. Í 1998 fór Leif til Danmarkar at lesa “Musikkvidenskab”, og saman við konu og børnum, flutti hann heimaftur til Føroya í januar 2011. Í 1997 skrivaði hann eina suitu við fýra satsum fyri violin og klaver, sum Monika Stauss Joensen og Stamen Stanchev frumframførdu á Summartónum ta árið. Síðan var alt gloymt um hetta verkið. Ikki fyrr enn í januar 2011, tá íð Monika kom at hugsa um hesi suituna og royndi at finna nótarnar fram. Men her var bert violinstemman at finna og klaverstemman var púrasta horvin. Heldur ikki tónaskaldið, sum hevði skrivað suituna á so ungum árum, hevði hugsað um at tikið avrit av nótunum, hevði klaverstemmuna.
Tað var orsøkin til, at Leif Hansen ikki bert skrivaði eina nýggja klaverstemmu, men við nýggju vitanini hann hevði ognað sær undir lestrinum í Danmark, fekk suitan ein heilt nýggjan ham og varð til eitt “Capriccio”.

Monika hevur framført saman við Elzbietu í Wien. Hetta sambandið komí lag umvegis Jóhannes Andreasen, klaverleikara. Hann kom at kenna víðagitna polska klaverleikaran, meðan hann las í Wien. Hon kom á fyrsta sinnið til Føroya at framføra fyri Konsertfelagið og at hava masterclass. Samstundis hevði hon skeið fyri klavernæmingunum á Tórshavnar Musikkskúla. Onkur av framkomnu klavernæmingunum úr Føroyum hava verið til masterclass í Wien, sum Elzbieta hevur skipað fyri.
Elzbieta Wiedner-Zajac hevur seinastu árini komponerað fleiri smá stykkir. Tað stykkið, sum hon hevur skrivað og ognað Moniku, frumframførdu hon og Monika saman í Bösendorfersaal í Wien.
César Franck (1822-1890) er komponistur úr romantiska tíðarskeiðnum. Hann er føddur í Belgien, og livdi eitt sera friðaligt og afturhildið lív sum organistur. Sonatan fyri violin og klaver er eitt av mest kendu verkum hansara.

Harleyfacadeacryl