Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sterkasti maður í Klaksvík

Dávur Winher

Júst í hesi løtu verður kappast um at finna Føroya sterkasta mann í KÍ-høllini í Klaksvík. Fýra luttakarar eru við í kappingina í dag. Nr. 1, 2 og 3 frá í fjør: Bogi Hammer, Bjarni Nielsen og Helgi Lamhauge.

Júst í hesi løtu verður kappast um at finna Føroya sterkasta mann í KÍ-høllini í Klaksvík.

Fýra luttakarar eru við í kappingina í dag.

Nr. 1, 2 og 3 frá í fjør: Bogi Hammer, Bjarni Nielsen og Helgi Lamhauge.

Harafturat er Jákup Suni Berg, ið hevur vunnið heitið Føroya Sterkasti Maður tvær ferðir fyrr.

So spennandi verður at fylgja við, hvussu leikur fer – Umstøðurnar eru góðar og væl av fólki er komið saman at hyggja at og heppa.

Áðrenn kappingin byrjaði, helt Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd Klaksvíkar býráð røðu fyri luttakarunum, og verður hon endurgivin her niðanfyri.

——————————————————————-

Føroya Sterkasti Maður

Fipan Fagra er vøkur og prýðilig standmynd miðskeiðis í vakra býi okkara.

Fipan Fagra er heiti úr kvæðaheiminum, sum er ímyndin av vakurleika, styrki, treiskni og árræði. Fípan Fagra var vøkur genta, sum varð tikin í trældóm hjá einum risa, men vann hon sær frælsi við styrki, treiskni og árræði. Í nútíðar máli kunnu vit kanska eisini skoyta uppí við mentalari styrki; sum vit øll hava brúk fyri, tá ið nógv stendur á bæði so og so.

Kendi tónleikabólkurin Týr kvøður eisini um Fípuna Føgru í einum av fløgum teirra.

Hetta navnið hevur kappróðurin eisini tikið til sín og hevur kappróðrarbáturin í Klaksvík, Fípan Fagra vunnið mangan sigur higar til bíggjar.

Okkum dámar væl kappingar í Klaksvik og at sterkasti maður nú skal finnast her í Klaksvík við hesi kapping, er serliga spennandi. Eg vil nýta høvið at takka fyriskiparunum fyri, at tit valdu at leggja hesa annarleiðis kapping í Klaksvík.

Eisini takk til mongu gestirnar, ið hava leitað higar at fylgja við – hjartaliga vælkomin øll!

Tó at tað í hesum føri er Føroya Sterkasti Maður, ið skal finnast, so kunnu vit eisini breggja okkum av, at kvinnurnar í Klaksvík eru væl við. Jórun L. Mørkøre er heiðrað fyrr í ár við Megnarprísinum, ið verður latin eini kvinnu, sum hevur klárað seg væl sum íverkseti.

Men sama Jórun – okkara lokali bakari – hevur fyri kortum verið til Natural Power Fitness í Randers í Danmark. Har vann hon gull. Sera flott – Til lukku við tí!

So kvinnurnar kunnu eisini vera við her!

Fýra luttakarar eru við í kappingina í dag.

Nr. 1, 2 og 3 frá í fjør: Bogi Hammer, Bjarni Nielsen og Helgi Lamhauge.

Harafturat er Jákup Suni Berg, ið hevur vunnið heitið Føroya Sterkasti Maður tvær ferðir fyrr.

Eg ynski tykkum øllum eina góða og spennandi kapping –Let the best man win!

Takk fyri!

Signhild V. Johannesen

Forkvinna í Mentanarnevnd Klaksvíkar býráð

SÍ ÚRSLIT FRÁ KAPPINGINI:

Harleyfacadeacryl