Hvørt ár er landsliðið og ungdómslandsliðið í frælsum ítrótti til eina stóra kapping uttanlanda. Tað eru ávis úrslit og krøv, sum skulu røkkast fyri at blíva úttikin, og fyri fyrstu ferð hevur Treysti megnað at fingið seks íðkarar, at klára krøvini og harvið á landsliðini.
Tey seks úr Treysti sum eru úttikin eru: Rebekka Fuglø, Marnar Djurhuus, Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø, Birita Ryan og Óluva Allansdóttir Joensen. Marnar hevur givið avboð til hesa kappingna.
Rebekka, Oddvør og Maria skulu kappast í miðteinum, meðan Birita og Óluva skulu kappast í kasti og lopi. Birita skal eisini royna seg í spurti.
Hósdagin fer landsliðið av landinum til Svøríkis, at luttaka í VU Spelen, sum er ein av størstu kappingum í frælsum ítrótti í Norðanlondum.Seinasta ár luttóku yvir 3.000 íðkarar í yvir 8.000 startum.
Kappingarnar, sum byrja fríggjamorgunin og enda sunnukvøldið, fara allar fram á Nya Ullevi í Gøteborg.
Føroyska ferðalagið, sum telur 30 fólk, fer avstað hósmorgunin og kemur aftur mánakvøldið.




