Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Viðareiðistunnilin – endiliga er spakin settur í

Oliver Joensen

Í dag tá klokkan var farin av trý, kundi fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen, seta spakan í og grava fyrsta bøkkin leysan fyri nýggja Viðareiðistunlinum.

Vit vóru stødd ímillum Hvannasund og Leitið, ella nærri beint omanfyri Klettsenda á Viðoynni, har inntakið til nýggja tunnilin til Viðareiðis verður.

Aftaná at landsverkfrøðingurin, Ewald Kjølbro hevði boðið vælkomin, gav hann orðið til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Røða landsstýrismansins er løgd út her á síðuni sum video.

Sera nógv fólk høvdu leitað sær til hátíðarhaldið, sum vera man nógvir viðingar og øll fegnaðust um, at hesin tungi burður nú endiliga skuldi koma fyri ein dag. Jógvan Heinesen, (Egga), ognaði sær bøkkin, sum landsstýrismaðurin gróv av. Helst endar hann á Hotel Norð, ella kanska í havanum hjá Jógvani. Vit fara helst at hoyra meira um hendan bøkkin seinni.

Jørgen Niclasen settist at enda í eina broyt og setti kjaftin á broytini í og gróv uppí fyrstu skuffuna og lessaði hegnisliga uppí dumparan, ið stóð hjá – so nú er endiliga byrjað.

Um Viðareiðistunnilin verður sagt á heimasíðuni hjá Landsverk:

Um verkætlanina

Nýggja farleiðin skal tryggja eina hóskandi farleið til Viðareiðis. Á verandi farleið eru trupulleikar við grót- og skriðulopum, umframt at stórur partur av vegnum er einbreytaður.

Verkætlanin fevnir um ein 1.939 metrar langan tvíbreytaðan tunnil úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur til tunnilsmunnan gjørdur, eins og nýggjur vegur frá Middali til og við Skúvadalsleiti, haðani verandi vegur (1.400 m) verður breiðkaður inn til Viðareiðis.

Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at tað koyrdu 432 akfør um samdøgrið eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar.

Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 mió. krónur. Nú byrjar arbeiðið, og sett verður fyrst á at bora Hvannasundsmegin. Tilfarið úr tunlinum verður brúkt til tilkoyringarvegirnar, og møguligt avlop verður lagt í grótbrotið Viðareiðismegin til møguligar ætlanir hjá kommununi.

Nýggja Viðareiðisfarleiðin skal eftir ætlan takast í nýtslu í 2017.