Tað er Regin Sivertsen, sum í dag grundgevur fyri, hvussu hann tippar. Tað hevur ligið væl fyri hjá honum higartil í HM kappingini.
Portugal, Ghana og USA stríðast um at koma víðari saman við Týsklandi. Regin Sivertsen gevur Portugal ein møguleika at koma víðari, hóast tað sær svartast út hjá teimum áðrenn seinasta umfar. Regin sigur soleiðis:
Portugal – Ghana:
Her má eg seta eitt 1-tal. Hóast Portugal hava verið alt annað enn sannførandi í kappingini, so havi eg eina kenslu av at nú fer at bragda. Liðini eru jøvn í stigum, og kunnu bæði koma víðari, Ghana hevur tó stórri møguleika, tí teir hava betri málmun. Men eg vænti at Ronaldo fer at vísa at hann kann nøkur ting sum ongin annar kann. 1-tal (Odds: 2,0)
USA – Týskland:
Klinsmann ímóti Löw. Eftir at USA megnaði fáa eitt stig ímóti Portugal, varð beinanvegin prát um Týskland fóru at “lata” týsku legenduna, Jürgen Klinsmann, sum er venjari hjá USA, fáa eitt stig í dystinum, og harvið tryggja USA víðari luttøku í kappingini, eins og Týskland tryggjar sær fyrsta plássið. Men slíkt trúgvi eg ikki kemur at henda, Týskland vinnur dystin, helst við Klose sum málskjútta! 2-tal (Odds: 1,55)
Algeria – Russland:
Russland hava skuffað. Vinnarin av hesum dystinum fær helst annað plássið. Algeria kann gott spæla flottan fótbólt, men eg trúgvi uppá at Russar og Capello taka sær av teimum lættliga í dag. Ein tryggan sigur til Russland. 2-tal (Odds: 2,05)
Suður Korea – Belgia:
Helst kemur Belgia at spara uppá nakrar av lyklaleikarunum til hendan dystin, tí teir hava tryggja sær víðari luttøku. Men teir vilja hava hatta fyrsta plássið, og vinna helst ein tættan dyst. 2-tal (Odds: 1,70)
Eg tippi í dag:
Portugal – Ghana (0-1): 1 (3,40)
Algeria – Russland (begge hold scorer – nej) (1,87)
Eg satsi í dag:
USA – Týskland: x (3,2)
Portugal – Ghana: x (3,9)
Hinir tippa
Kristian Joensen:
Portugal-Ghana 1
USA-Týskland 2
Algeria-Russland 2
Suður Korea-Belgia 2
Ragnar Joensen:
Portugal-Ghana 2
USA-Týskland 2
Algeria-Russland 2
Suður Korea-Belgia 2
Støðan
1. Regin Sivertsen 27 stig
2. Kristian Joensen 23 stig
3. Ragnar Joensen 21 stig
Vinningur:
Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.




