Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Damanaki: Tey 28 ES limalondini mugu fyrst hoyrast

John William Joensen

Maria Damanaki váttar at enn er einki stig tikið til formelt at avtaka handilsstongsulin. ES kommisjónin má fyrst hoyra hvat tey 28 ES limalondini meina um málið áðrenn kommisjónin kann taka stig til at fáa handilsforðingarnar tiknar burtur.

– Limalondini mugu fáa tíð til at umrøða málið og hetta er vanlig mannagongd í ES, sigur talskvinnan hjá Mariu Damanaki við Norðlýsið.

Tá kommisjónin so verður klár at koyra uppskotið ígjøgnum kann tað taka millum tríggjar og seks vikur at fáa tað endaliga samtykt.

Sostatt er sannlíkt at handilstiltøkini neyvan verða avtikin fyrr enn í august.