Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Boringin av brunninum Brugdan ll liðug

Hannefíða Joensen

Boringin av Brugdan ll brunninum í loyvi 006, á føroyskum øki , er endað.

Boringin av Brugdan ll brunninum í loyvi 006, á føroyskum øki , er endað.

Brunnurin verður nú tiptur og frágingin.

Borað varð niður á 4.542 metrar. Kolventi vórðu ikki staðfest í brunninum.

Byrjað varð at bora brunnin, ið liggur 70 fjórðingar í ein landsynning úr Føroyum, í mai 2014. Boripallurin West Hercules boraði brunnin á 450 metra dýpi.

Hetta er annar brunnurin, ið er boraður á loyvi 006. Loyvið er umleið 580 ferkilometrar til støddar.

Statoil hevur verið virkið í Føroum síðani ár 2000. Statoil hevur fýra leitiloyvir og er fyristøðufelag í øllum fýra loyvunum.

Feløgini í loyvi 006 eru: Statoil 35% (fyristøðufelag), ExxonMobil 49%, OMV 15% og Atlantic Petroleum 1%.

West Hercules setir í næstum kós móti loyvi 008 fyri at bora brunnin Súla/Stelkur, har Statoil eisini er fyristøðufelag.


Les meira her >>


Harleywoodpaint