Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KRF bátarnir fingu heiðursmerkir

Jákup Ósá

Meðan Páll Fangi hevði afturgongd, so hevði Fípan Fagra við gentum framgongd á Jóansøku.

Páll Fangi vann kanska heldur óvæntað á Eystanstevnu í teirra fyrsta róðri. Men á heimasjógvi í dag svaraði Hvessingur aftur. Hvessingur er bátur úr Hvalvík/Streymnesi, men manningin er úr Suðuroynni, har teir eisini venja. Hvessingur vann ein sannførandi sigur, tí ein bátslongd var aftur til Páll Fanga.

Hjá 5 mannaførum við gentum fekk Fípan Fagra eitt 3. pláss. Hetta kom, tí at tveir bátar frammanfyri fingu reytt kort fyri at stýra skeivt. Fípan fekk ein minni góðan start og fekk ongantíð samband við fremstu bátarnir, sum lógu undir landinum, har teir flestu bátarnir stóðu seg væl í dag. Á Eystanstevnu bleiv Fípan Fagra nummar 5, so talan var um framgongd.

Úrslit á Jóansøku:

5 mannafør gentur

1 Silja 05:27.21

2 Drekin 05:28.24

3 Blikur 05:31.02 (reytt kort)

4 Spógvin 05:31.10 (reytt kort)

5 Jallurin 05:32.01

6 Fípan Fagra 05:32.01

7 Sílið 05:36.07

8 Ørnin 05:45.19

6 mannafør menn

1 Hvessingur 04:54.22

2 Páll Fangi 04:57.01

3 Jarnbardur 04:58.03

4 Tvørabáturin 04:59.08

5 Rádni 04:59.18

6 Sølmundur 05:00.14

7 Lómur 05:01.14

8 Gongurólvur 05:03.17

9 Smyril 05:06.19