Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ísland, Norra og ES ganga beint ímóti tilráðing frá fiskifrøðini

John William Joensen

Ísland ásetir kvotur eftir tilráðing frá fiskifrøðingum! Hesi eru boðini frá íslendsku stjórnini og í tíðindaskrivið frá Mariu Damanaki verður sagt at ES nú fiskar burðardygt. Veruleikin er tann at einki av nevdu londum fiskar tað sum fiskifrøðingar mæla til – og søgan um makrelsemjuna vísir eisini at tilmælini hjá fiskifrøðini kann broytast fleiri hundraðtúsund tons.

Ísland ásetir kvotur eftir tilráðing frá fiskifrøðingum! Hesi eru boðini frá íslendsku stjórnini og í tíðindaskrivið frá Mariu Damanaki verður sagt at ES nú fiskar burðardygt. Veruleikin er tann at einki av nevdu londum fiskar tað sum fiskifrøðingar mæla til – og søgan um makrelsemjuna vísir eisini at tilmælini hjá fiskifrøðini kann broytast fleiri hundraðtúsund tons.

Tá timburmennirnir hava lagt seg eftir Ólavsøkuna skulu løgtingslimir áseta fiskidagar og longu nú hava ávísir løgtingslimir sagt seg verða í villareiði um hvussu hetta skal gerast, men sum søgan um makrelin vísir so er ásetan av mest loyvdum fiskiskapi eitt politiskt býtisbarn í øllum londum har politikarar fyrst lurtar eftir egnum áhugamálum og kanska 60 til 70% eftir fiskifrøðini.

Fiskað 25% – 50% meira enn trilvandi tilmælir frá ICES

At fiskifrøði er ein umskiftilig vísind er makrelfiskiskapurin eitt talandi dømi um. Í oktober 2013 var tilmælið um mest loyvdu veiðu av makrelstovninum 889.886 tons, men í maj endurskoðaði ICES tilmælið og hækkaði TAC-ið til 1.011.000 tons (broyttur rokniháttur). ES, Norra og Føroyar ásettu eitt TAC (írokna Ísland) sum var 1,24 mió. tons. 

Ísland tók ikki undir við semjuni, men ásetti eina kvotu samsvarandi. Síðani ásetti Grønland sær eina eginkvotu á 100.000 tons og við hesum kemur samlaði fiskiskapurin í 2014 uppá 1,34 mió. tons, men tá er Russland ikki við. Eingin veit hvat russiska bjørnin fer at eta av makrelstovninum, men ein kvalifisera meting sigur at samlaði fiskiskapurin verður millum 1,4 ella 1,5 mió. tons.

Hetta er umleið ein fjórðing og eina helvt meira enn tað sum fremsta og ovasta fiskifrøðin í ICES mælir til.

Í semjuni sum Ísland og Russland ikki eru partur av (og grønlendarar ikki sleppa við í) verður sagt at í 2015 er ætlanin at gera eina nýggja makrel avtalu, sum tey næstu fimm árini skal binda londini at lurta eftir fiskifrøðini.

Staðfestast kann at tá alt kemur til alt man álitið á vísindaligu ráðingina neyvan verða so gott, sum væl skrivaðu pressu skrivini frá ymisku stjórnarstovunum annars geva almenninginum fatan av.