Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Suarez nærkast Barcelona

Jákup Ósá

Samráðingarnar byrjaðu mikudagin og frá báðum pørtum ljóðar, at ein avtalu mest sannlíkt verður gjørt innan alt ov langa tíð.

Samráðingarnar byrjaðu mikudagin og frá báðum pørtum ljóðar, at ein avtalu mest sannlíkt verður gjørt innan alt ov langa tíð.

Luis Suarez var við sínum 31 málum í 33 dystum fyri Liverpool toppskjútti í Premier League seinasta kappingarár, har hann eisini bleiv valdur til ársins leikara bæði av leikarum og fjølmiðlum.

Í summar kom hann aftur í yvirskriftirnar, tá Uruguay spældi sínar HM dystir. Fyrst fyri tað góða, tá hann nærum einsamallur sendi Ongland út. Og so fyri tað ringa, tá hann á triðja sinni beit ein leikara og fekk langt leikbann.

Í summar hava sponsku liðini Barcelona og Real Madrid víst 27 ára gamla álopsleikaranum áhuga. Mikudagin byrjaðu samráðingarnar alment og mikukvøldið skrivaði nærum øll tey ensku bløðini, at samráðingarnar gingu væl, hóast tær ikki komu á mál. Alt bendur tí á í løtuni, at Suarez verður seldur til Barcelona í summar.

Einasta ivamálið tykist í løtuni verða, hvør avtala talan verður um. Liverpool sigst krevja eitt stað millum 70 og 80 milliónir pund, men tað kann eisini koma uppá tal, at Liverpool fær Barcelona leikaran Alexis Sanchez í býti sum part av avtaluni. Har er nevnt, at Barcelona skal gjalda 45 milliónir pund, umframt at Sanchez, sum m.a. Arsenal eisini er úti eftir, eisini fer til Liverpool. Men sum skilst er áhugin fyri Sanchez stórur frá fleiri øðrum feløgum.

Harleyfacadeacryl