Mær er upplýst at pr. dags dato eru einans 50.000 kr. eftir at rinda í lánsgjøldum í Vágatunlinum og tí er løtan komin har neyðugt er hjá politiska myndugleikanum at taka eina avgerð um hvat skal henda við Vága- og Norðoyatunlunum, sigur Eivind Jacobsen, tingmaður, sum ivast í um leiðslan í einum partafelag er rætti myndugleiki til at avgera um bummgjaldi skal fíggja íløgur í dagføring av Vágatunlinum, sum ætlanin er at gera.

– Sambært leiðsluni í tunilsfeløgunum standa tunlarnir fyri at verða asvalteraðir og eg trúgvi ikki at nakar hevur ímóti at tunnlarnir verða dagførdir og vit gjalda eitt ella tvey ár meira fyri at koyra í undirsjóvartunlunum. Men hetta reisir eisini spurningin um hvørjir standardir leiðslan í tunnlinum brúkar og hvør skal meta um nær neyðugt er at gera hesa íløguna og er tað rætt at halda fram at krevja bummgjald, tí hetta verður ein rein pengamaskina tá lánini eru útgoldin.
– Í samband við politisku semjuna um Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin hava allir flokkar samtykt eina lóg har tað stendur skrivað í sjálvum lógartekstinum at tunlarnir skulu handast landinum tá ”lánsgjøldini” eru afturgoldin. Tí vildi tað verði margháttligt at vit enda í eini støðu har tað verður ókeypis at koyra um Skálafjørðin og Skopunarfjørð meðan bummgjøld framhaldandi verða kravd í Vága- og Norðoyatunnlunum.
– Eg eri púra greiður yvir at hetta kemur at viðføra meirkostnað fyri illa sperda landskassan og tí er neyðugt at vit viðgera spurningin hvussu vit framhaldandi rinda fyri landsvegakervið sum er afturútsiglt og hevur stóran tørv á íløgum. Kanska vit áttu at funni fram til eina skipan har øll sum koyrdu á landsvegunum vóru við til at rinda sín part av útreiðslunum ella at hetta bleiv gjørt gjøgnum ein hægri vegskatt.
– Í øllum føri er tíðin nú komin til at vit taka eina avgerð so tað ikki verður tilvildarligt hvussu vit fíggja íløgur í vegakervið.