Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grundarlagið fyri lunda og svartfugli batnað almikið

Danial Viðoy

Nýggjasta kanningin hjá Havstovuni av plantuæti bendir á ljósari tíðir, um hugsað verður fisk á landgrunninum og um lundan, ið hevur verið burtur í eini tíggju ár. Plantuætið er tað mesta síðani kanningarnar av hesum slagi byrjaðu í 1997. – Tað eigur bara boða frá góðum.

Nøgdirnar av plantuæti eru øktar nógv seinasta mánaðin og eru nú tær hægstu, ið Havstovan nakrantíð hevur mátað, fortelur Havstovan í tíðindaskrivi í dag.

Eisini skrivar Havstovan, at plantuæti er fyrsti liður í føðiketunum og er sostatt grundarlagið undir øðrum lívi í sjónum. Tað er føði hjá m.a. djóraæti, sum aftur er føði hjá m.a. fiskayngli og uppisjóvarfiski. – Og tað er her, at lundin fær sína máltíð.

Líkindini fyri at lundi og svartfuglur annars kemur fyri seg aftur eru góð. Fleiri lundar enn undanfarin ár hava sett seg á lundalandi aftur og nakrir hava enntá vorpið, og brynja seg til at geva lundapisuni.

Fer plantuæti at halda góðu gongdini, kemur gongd aftur á lívfrøðiliga margfeldi og hetta eigur at geva lundanum góð livikor.

Tað eru øll tekin í sól og mána. Ein maður var stimitúr norðanfyri fyri fáum vikum síðani og í einum Drangi var nógvur lomvigi at sígga. Tær allarflestu vendu bak og tá hava tær egg. Tað er heldur ikki sætt í nógv ár.

Jú, tað er okkurt, ið fortelur bakhøvdinum at lundin og svartfuglur annars fer at koma fyri seg aftur, eftir langa tíð í útlegd.