Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj Orka orkar eisini G!

G!

Orka gevur í dag nýtt kykmyndalag út, og samstundis kunnu vit kunngera, at bólkurin kemur á G! Festivalin at spæla.

Orka gevur í dag nýtt kykmyndalag út, og samstundis kunnu vit kunngera, at bólkurin kemur á G! Festivalin at spæla.

Orka gav í juni sína 4. útgávu Leipzig út, bert í Föroyum, í restini avheiminum kemur hon út í august. Lagið “Leipzig III - We HaveFallen Into Each Other”, ið kemur út sum kykmyndalag í dag er av flöguni,og Kirstin Helgadóttir hevur framleitt kykmyndalagið.Tá ið Orka varð sett á stovn í 2006 blivu ljóðförini bygd á einumbóndagarði Innan Glyvur. Síðani tá hevur Orka havt konsertir og spælt áfestivalum um allan heim og samstarvað við kend növn so sum Yann Tiersen,LV, Oktopus, Gretu Svabo Bech, Eivör og Teitur.
Hóast byrjanin kundi tykjast sera bygdaslig, so hevur Orka vakt ans áaltjóða tónleikapallinum, og bólkurin er vorðin alsamt meiraaltjóðagjördur, tó við rótunum djúpt festum í umhvörvinum har bólkurinfyrst spretti. Hetta er ein samanrenning, ið er heilt serlig og sum vitgleða okkum til at uppliva á G!.Nýggja flögan er skipað sum eitt samlað verk har lögini virka bæði stök ogsum ein eind. Lögini á nýggju útgávuni eru tikin upp runt í heiminum.Helvtin av upptökunum eru gjördar í eini gamlari kykmyndahöll í Leipzig íTýsklandi. Hetta er eitt höli frá tíðini fyri seinna veraldarbardaga.Eisini hevur Orka tikið partar av flöguni upp í París, New York, einilítlari kirkju í Sibrandahûs í Hollandi, á einum báti í Hong Kong og áeini tokstöð í Bombay. Upptökurnar blivu lagdar til rættis í upptökuhöli íLondon, meðan ljóðblandað varð í Stökumörk, Innan Glyvur. So flögan hevurikki bert ein altjóða dám, men er serstakliga altjóða.Til framförsluna verða eyðkendu ljóðförini og dökka ljóðmyndin hjá Orka
tikin inn í ein nýggjan elektroniskan heim við endurljóði úr ymsumelektroniskum subgenrum. Á pallinum vera Jens L. Thomsen, ið hevur gjörtsær eitt nýtt borð við elektronikki til konsertina, eisini verður Högni Lisberg við,
umframt Kristin Helgadóttir, ið skapar visuellu pallmyndina.
Onkur gestatónleikari verður eisini.
Atgongumerkjasölan til G! gongur annars væl, og við növnum sum SisterSledge, Nabiha, Moddi, Týr, Kaleo, Byrta, Brynjolfi, Mendoza, Malk DeKoijn, Símun Konoy, Swangah, Snowgoons, Gretu Svabo Bech og mongum öðrum,er longu greitt, at G! aftur í ár er tónlistarliga nógv tann mestumfatandi festivalurin í föroyska summarinum.
Mánakvöldið á miðnátt fer prísurin á G! atgongumerkjum upp. Tí eru vituttanfyri Expert í SMS fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin frá kl. 10.Brúka hendan seinasta möguleika at spara pengar, áðrenn prísurin fer upp.Atgongumerki fáast eisini á heimasíðuni gfestival.fo, á störruMagnstöðunum, umframt í Tutl og Vodafone í Havn.