Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Frælsur Ítróttur góð úrslit í Svøríki

John William Joensen

Farna vikuskifti var ferðalag frá FÍF við til VU-Spelen íGøteborg. VU-Spelen er ein tann størsta og sterkasta kappingin av hesum slagi íNorðanlondum. Einir 8.200 startir og 3.000 íðkarar úr øllum norðanlondum ogaðrastaðni eisini. Tá kappingin byrjaði í 1996 vóru 1.800 startir.

At frælsur ítróttur er í støðugari menning bleiv enneinaferð staðfest, tí ongantíð áður havaføroysku úrslitini verið so javnt góð sum í ár.

Teir 22 føroysku íðkararnir settu heili 27 bólkamet og 4føroysk met. Í rættiliga nógvum førum bleiv eisini talan um persónlig met.

Føroysku metini settu Hanus Bergsson í spjótkasti (59,00m), MargitWeihe Frímundsdóttir í 300m (43,52 sek.) og Rebekka Fuglø í 800m (2.14,6 min.)og 1.500m (4.35,92 min.).