Sum ein liður í at vekja størri ans fyri býlinginum kring Klaksvíksgarðin, verður í summar á fyrsta sinni skipaður ein vinnu- og mentanarmarknaður í Klaksvíksgarðinum.
Sum ein liður í at vekja størri ans fyri býlinginum kring Klaksvíksgarðin, verður í summar á fyrsta sinni skipaður ein vinnu- og mentanarmarknaður í Klaksvíksgarðinum.
26.juli Marknaðardagur í Klaksvíksgarðinum
Átakið er eitt samstarv millum handlar, stovnar og listafólk í býlinginum kring Klaksvíksgarðin. Á skránni verður tónleikur, framsýning og grilling. (Meir verður at frætta seinri).
Summar í Spaniastovu
Sjónleikur
9.juli kl 15 – SYNDEFALDET – en historien om et virkelig godt menneske
Frásøgn eftir William Heinesen framborin av sjónleikarinnunum Maritu Dalsgaard og Gunnvá Zachariasen við livandi tónleiki eftir Tine Surel Lange.
SUMMARTÓNAR
11.juli kl 21 – ALDUBÁRAN
Jóhan Hentze, trompet, Páll Sólstein, horn, Andras Olsen, trombone.
Teir framføra tónleik eftir : Atla Petersen.
25.juli kl 21 FROSTFELT
Líggjas Olsen, sang og piano.
Framførir egin løg.
1.august kl 21 Konsert við
Ernst Sondum Dalsgaarð, tenor, Páll Sólstein, horn,
Søren Johannesen, piano, Agnar Lamhauge, bas.
Teir framføra tónleik eftir :
Patursson, Sólstein, Lamhauge, Gerswin, Porter,
Howard, Berlin, Strauss, Tosti, Britten
Framsýning á sjómannadegnum
Sjómannadagin hevur Anker Eli Mortensen framsýning í Spanaistovu.
Norðoya Fornminnasavn í summar
Norðoya Fornminnasavn hevur opið hvønn dag frá kl 13-16. Her er høvið at vitja Gamla Apoteki og framsýningina við lutum og myndum frá gerandisdegnum í gomlum døgum.




