Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kópakonan verður avdúkað fríggjadagin 1. august 2014 á helluni í Mikladali

Klaksvíkar Kommuna

Í sambandi við, at Kópakonan verður avdúkað fríggjadagin 1. august 2014 á helluni í Mikladali, verður roknað við, at rættiliga fitt av fólki leitar sær til Mikladals at vera við til henda serliga og áhugaverda dag. Søgnin er serstøk og væl kend og sigst at kistan, sum “klæðini” hjá kópakonuni vórðu goymd í, er til skjals í Mikladali.

Í sambandi við, at Kópakonan verður avdúkað fríggjadagin 1. august 2014 á helluni í Mikladali, verður roknað við, at rættiliga fitt av fólki leitar sær til Mikladals at vera við til henda serliga og áhugaverda dag. Søgnin er serstøk og væl kend og sigst at kistan, sum “klæðini” hjá kópakonuni vórðu goymd í, er til skjals í Mikladali.

Ternan avloysir Sam fríggjadagin 1. august 2014 og siglur hon ikki færri enn 14 túrar á Syðradal og 14 túrar til Klaksvíkar henda dagin – Eisini eru fýra stórir bussar, sum hava ferðasamband við Ternuna settir inn í koyringina í Kalsoynni henda dagin. So um eini 1500 fólk ella fleiri koma, so skuldi tað ikki verið trupuleiki at flutt hesi fólkini. Ternan tekur smá 300 fólk hvørja ferð. Fyrsti túrurin av Klaksvík er kl. 06.40, kl. 08.00, kl. 09.00, kl 10.00 og so fram eftir – seinasta ferðin av Syðradali er kl. 22.35.

Fyri at lætta um, eru bíligari túrbond gjørd, har til ber at keypa hesi bondini vikuna frammanundan á Norðoya Kunningarstovu.
Kostnaður, vaksin báðar vegir við Ternuni og til og frá Mikladali við bussi fyri kr. 110,-
Kostnaður, børn báðar vegir við Ternuni og til og frá Mikladali við bussi fyri kr. 60,-

Eisini verður mælt fólki frá at fara við bili, tí gott bussamband er og tað kann vera skjótt at fylla Mikladal upp við bilum – Parkering av bilum niðri í bygdini er ikki loyvd henda dagin. Bert er loyvt at parkera omaneftir bygdavegnum frá landsvegnum og oman móti bygdini.

Fyrireikarnir vænta nógv fólk og er nógv gjørt fyri, at til skal bera at fáa ein bita, við fleiri ymiskum etistøðum, konsertir og framsýningar eru eisini á skrá, umframt at Norðoya Kunningarstova skipar fyri gonguferðum í Mikladali niðan á Slættafjall og á Trøllanesi norður á Kallin. Hesar gonguferðir, sum eru kl. 10.00 skal man tekna seg til á Norðoya Kunningarstovu vikuna áðrenn á tlf. 456939 ella info@klaksvik.fo – Sí eisini www.visitnordoy.com

Sjálv avdúkingin av standmyndini er kl. 14.00 og er tað Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, sum avdúkar. Eisini heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri røðu og sangir og leikur er á skrá.

Fyrireikarnir mæla til, at umráðandi er at keypa túrbond í góðari tíð áðrenn – og best er, um bilurin stendur eftir.

Vælkomin til ein spennandi og áhugaverdan dag í Mikladali fríggjadagin 1. august 2014.
Skrá
Kort yvir Mikladal