Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

16. umfar í Effodeildini: Metingar

Norðlýsið

Norðlýsið metir um 16. umfar í Effodeildini, sum byrjar sunnudagin og endar mikudagin.

Norðlýsið metir um 16. umfar í Effodeildini, sum byrjar sunnudagin og endar mikudagin.

Niðanfyri metir ítróttarskrivarin hjá Norðlýsinum, Jákup Ósá, um 16. umfar í Effodeildini.

Hann sigur soleiðis um 16. umfar:

Fyrsta umfar eftir summarsteðgin í Effodeildini er eitt meira áhugavert umfar enn eitt annað vanligt umfar. Flytingargluggin hevur verið opin síðani seinasta umfar og er nú stongdur. Tað merkir broytingar á flestu liðunum. Tað í sær sjálvum er spennandi, tí vit síggja altíð onnur ár, at broytingar í summarsteðginum ikki í sær sjálvum merkja betri úrslit í seinnu hálvu. Síðani er eisini ójavnt, hvussu væl liðini duga at fyrireika seg til seinnu hálvu. Eg havi tríggjar greiðar favorittar í 16. umfarinum, sum allir spæla á heimavølli, meðan tveir dystir síggja púra opnir út.


ÍF-Skála 1

Eg trúgvi ikki, at ÍF er nøgt við við fyrru hálvu, men fortreytirnar fyri at tað skal fara at ganga betri seinastu 12 dystirnar eru til staðar. Hópurin er breiðari og skaðarnir helst færri. Eg ivist ikki í, at ÍF fær fleiri stig pr. dyst eftir steðgin, nú venjarin hevur fleiri leikarar av velja ímillum. Skála venjarin Pauli Poulsen fekk eina góða byrjan í starvinum undan summarsteðginum, men dystirnir vóru ikki millum teir truplastu, tí bæði AB og KÍ kunnu á einum ringum degi tapa greitt móti øllum liðum. Tað verður helst á Skála, at botnliðið skal skava sær neyðugu sigrarnar heim. Eg vænti, at ÍF vinnur hendan dystin í Fuglafirði.


AB-EB/Streymur 2

Hetta er kanska truplasti dysturin at meta um hetta umfarið. Bæði liðini eru rættuliga óstøðug og hava eisini framt broytingar í summar, har tað er trupult at meta um, hvussu úrslitini fara at ávirkast av hesum. AB hevur bara vunnið ein heimadyst í ár, meðan EB/Streymur hevur vunnið tveir útidystir. EB/Streymur hevur mist tveir profilar uttanífrá, men tað er ikki vist, at tað fer at ávirka úrslitini skeiva vegin. Nú fáa lokalir leikarar kanska endiliga møguleikan, og teir eru helst svangir at vísa seg fram. EB/Streymur hevur vunnið teir báðar seinastu innanhýsis dystirnar móti AB og hóast AB vann ólavsøkudystin í fjør móti júst EB/Streymi, so fari eg at satsa uppá ein útisigur í tippingini, tí eg síggi EB/Streym sum meira samanspælt og við fleiri einstøkum profilum.


HB-B68 1

HB hevur ongan summarsteðg havt, meðan eitt úthvílt B68 lið við einum nógv breiðari hópi enn frammanundan nú skal taka dystin upp fyri at yvirliva í deildini. HB hevur havt lyklaleikarar uttanfyri seinastu tíðina og liðið tykist ongantíð orduliga at koma í gongd í landskappingini í mun til vónirnar, tí 8 sigrar í 15 dystum er ov lítið við so sterkum hópi. Eg dugi als ikki at meta um, hvørjum støði teir nýggju ”gomlu” B68 leikararnir eru á. Men HB er favorittur á ólavsøku, men tað at leikarar sum Christian Mouritsen, Símun Samuelsen og Heini Vatnsdal helst sita uttanfyri kann hjálpa uppá, at vit fáa ein javnar dyst enn stigatalvan sigur.


B36-KÍ 1

Oddaliðið hevur í fleiri ár havt sera gott tak á KÍ. B36 fer nú at seta allar kreftir inn fyri at fáa sítt 10.FM heitið í hús. Hjá KÍ er málið framvegis at koma út í Europa, og hartil eru bara 2 stig upp í løtuni. Har afturat havi eg í fleiri ár havt eina kenslu av, at tá KÍ fer í Gundadal at spæla, óansæð um tað er ímóti HB ella B36, so er trúgvin uppá at fáa eitt úrslit mangan alt ov lítil. Tað tykist ofta sum dystirnir í Gundadali eru taptir, áðrenn teir eru spældir. Uttanfyri vøllin vænti eg at eini 70-80 prosent av mongu áskoðarunum fara at halda við KÍ, men eg ivist stórliga, um hesi fáa nakað at glaðast um ólavsøkudag. KÍ liðið er eisini nógv skert til dystin. M.a. hava Jóhan Jacobsen og Henry Heinesen leikbann, meðan Atli Danielsen er givin. Ein tryggur sigur til B36.


NSÍ-Víkingur 2

Hetta er í mínum eygum mest áhugaverdi dysturin hetta umfarið. Ein grannauppgerð millum tvey lið, sum vilja nógv í ár og sum ofta hava spælt sera undirhaldandi dystir í ár. NSÍ liðið er styrkt í summar, men viðv. einum leikara sum Pól Jóhannes Justinussen, so hevði tað helst gagnað øllum pørtum, um hann fekk eitt fast pláss at spæla á. Í EB/Streymi royndi hann seg næstan á øllum plássum. Víkingur plagar at avrika væl fyrsta partin av seinnu hálvu og fram til steypafinaluna. Víkinga hópurin er sterkari enn áðrenn, men manglandi summarsteðgurin vegna Europa League luttøku kann fáa eina ávirkan á seinnu hálvu. Eg vænti ikki at tað fer at merkjast áðrenn steypafinaluna. Kanska heldur hinvegin er tað ein fyrimunur, at Víkingur, sum spælir uttan leikbannaða Hans Jørgen Djurhuus, er í dystarvenjing júst nú. NSÍ vinnur ikki móti øðrum enn botnliðum, men tað fer at broytast í seinnu hálvu. Eg vænti dramatikk og spenning til tað síðsta, har Víkingur í seinasta enda dregur longra stráið.