Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggir tónar frá nýstovnaðum tónleikarafelag

Tíðindaskriv

Tá “Summar í Klaksvíksgarðinum” byrjar leygardagin er tað eisini fyrsta tiltak, sum nýstovnaða tónleikarafelagi í Klaksvík er við. Fleiri limir í felagnum koma at framføra.
Fyrst á skránni – eftir at forkvinnan í Havna- og vinnunevndini hevur sett tiltakið – syngur og spælir Hans Andrias Jacobsen. Hann arbeiðir í løtuni við nýggjari útgávu, sum hann fer at spæla okkurt av. Kl 14 spæla Poli og Maison góðan føroyskan tónleik á harmoniku, meðan Ingibjørg og Rani eru seinasta duettin, sum syngja og spæla, tað verður kl 1445.

Harleywoodpaint