Røða sum Óluva Klettskarð helt í Klaksvíksgarðinum í dag, tá hon setti tiltakið ”Summar í Klaksvíksgarðinum”.
Hjartaliga væl komin út í Klaksvíksgarðin til hetta summartiltak.
Vit eru stødd í gomlu Klaksvíkini. Her niðanfyri er/var tann víkin, sum býur okkara er uppkallaður eftir, Klaksvíkin. Og hetta økið, Klaksvíksgarðurin, var fyrsti miðdepil fyri handli, vinnu og mentan í Norðoyggjum, og fyri eldri tíð, eisini fyri allan norðara part av Føroyum. Her er skapt rík søga, handilssøga, handverkssøga og mentasøga, eitt veruligt Klondike í Norðoyggjum. Og tann søgan er ikki liðug enn. Tí her úti blómar handisllívið, mentanarlívið og vinnulívið væl og virðiliga.
Klaksvík er ein livandi býur, og vit kunnu ikki fara í summarfrí. Fyriskiparar kalla til summartiltak úti í Klaksvík, eftir ætlan eitt afturvendandi tiltak, og vóna vit fleiri ferðir um árið. Tiltakið í dag váttar enn einaferð, hvussu fyritakssamt fólk, klaksvíkingar eru!
Hyggja vit rundan um okkum, so síggja vit skip og bátar í vinnu. Nógv virksemi kring stórukei og bryggjukantin norðeftir sæst dagliga, og tá bryggjukanturin er berligur, ja, so er fongur í væntu.
Nýggi og snotiligi handilin Inn hevur nógv vitjandi hvønn dag. Og Mcgrill hvørt kvøld og hvørja nátt. Contriv Radio er ein framkomin útgerðarfyritøka, sum hevur vitan og vørur innan trygd, útgerð og samskifti. Ein ómissandi kunnleiki hjá okkum í Klaksvík. Flügger hevur málingina til hús og virkir og mangt forvitnisligt til heimið. Sigurd hevur framkomið el-virkið, sum tekur sær av bæði vinnu og húsarhaldum. Alma hevur seymað í eitt manna minni og seymar enn búnar til starvandi føroyingin kring alt landið, Mótvegis fornminnissavninum, ið varðveitir mentanararv okkara og søgu, so húsast kendi listamaðurin Edward Fuglø í gomlu sýslumanshúsunum, har hann hevur flott og tíðarhóskandi atelier, har hann tekst við nútíðina og skapar list, sum røkkur út um landoddarnar og standa sum varðar út í framtíðina,
Meinhard Joensen hevur nýggjan ítróttahandil, sum mest virkar á netinum. Og umframt arbeiðsklæðir og útgerð til vinnuvirksemi hevur Berglon leikur og útbúna til heimið. Longri heimi starvast Norðoya Blikksmiðja í stásiligum hølum við nógvum virksemi. Og vit gleða okkum til at Cartage steakhouse fer at lata matstovu upp við spennandi matarskrá.
Út eftir keiini er somuleiðis nógv virksemi. Ídni hevur havt sína vinnu, og her hevur handverkið blómað. Dávavirkið er eitt stolt gamalt virki og hýsir nú ungdómi, sum læra tónleik og spæla tónleik. Meðan egningarskúrarnir fækkast, tíverri, men hava fingið økið á hinum arminum, so veksa nútímans virkini niðri á keiini. Frystivirkið hjá Antinesi siga vit enn, nú hjá Hanusi Hansen, Roykivirkið, nú virkið hjá Frímund Hansen, sum er í síni byrjan. Kassavirkið Look North, sum framleiðir alsamt fleiri og spennandi vørur til vinnuna. Pomek við framkomnari smiðju við fleiri lærlingum og nógvum fólki í arbeiði, og Sjónám, har ungir menn læra sjóvinnu, og vinnuvirkandi kunnu fáa trygdarlæru Bryggjukanturin er sjáldan tómur, og hóast vit fara at sakna lívið í Bakkafrost og nútímans kryvjivirkinum, sum hevur givið so mongum norðoyingi sín starvsdag, so vóna og ætla vit annað virksemi, tá tann tíðin kemur.
Á Parlamentinum hugna eldri klaksvíkingar sær um dagarnar. Og skúlabørn halda til í snotiligu gomlu politistøðini. Politistøðin vaks út úr Klaksvíksgarðinum og legði seg í miðbýin. Somuleiðis varð við bakarínum hjá KI, sum nú virkar í størri hølum í Klingrugarðinum og er vorðið stórt virksemi Hjá Jórun. Og eisini reiðaravirksemi hjá Hvalnes øktist og vaks norður í nýggju Norðhavnina.
Har handil er, er livandi og skapandi virksemi, prógvar søgan. Har er gaman og álvari. Handilshúsini úti í Klaksvík vóru tey størstu í býnum í fleiri ártíggjur og hava umframt handilsligt virksemi eisini verið mentanarligt umhvørvi, og ikki minst ein sosial snúningsás, tí her komu fólk av útoyggj, her hevur man hitst og prátað og frætt tíðindi. Hetta var “staðið” fyri bæði høg og lág. Handilin hevði skip, ið sigldi um oyggjarnar og eisini fiskiskip til tíðir. Umframt handilsvirksemi hava hølini her úti í Klaksvík hýst ymsum mentanarligum tiltøkum. Christoffer Michael Olsen var krambakallur eitt skifti í handlinum, hann var havnamaður og hann búði hjá faktorinum úti í gomlu faktorshúsunum, sum liggja her omanfyri og verða umvæld. Hann førdi dagbók fyrra part av 1840 árunum. Hann sigur frá, hvat er at gera í handlinum, og annars hvat fyriferst her úti kring handilin. Hann fortelur, at tey ungu í bygdini hava havt kyndilsmessudans úti í Klaksvíkshandlinum, og tá “trakterte jeg fruentimmerne med to flasker vin,” sigur hann.
Jú, gomlu handilshúsini eru ein sonn perla í býnum.
Spaniastova, sum í dag bjóðar okkum á listaframsýning, fekk eyknevni eftir eini hending eftir fyrra veraldarbardaga. Tað vóru sera ringar tíðir undir fyrra veraldarbardaga frá 1914-1918. Omma mín, sum eg eri uppvaksin við, segði altíð, hon var fødd í 1900, at tað var ringasta tíð, hon hevði livað, og hon gjørdist 92! Alla sína tíð goymdi hon alt, og tá meini eg ALT: gomul íløt, dunkar, hvørt klædnaplagg, og ikki sjáldan kom hon út fjøruni við onkrum, sum hon helt góður dugur var í. Tí hon væntaði og ræddist alt sítt lív ringar tíðir, tá tey hvørki høvdu neyðsynjarvøru, skógv ella klæðir. Men tá kríggið so var av, sendi handilin her eitt skip til Spania eftir vøru av øllum handa slag. Klæðir, krukkur, mat, timbur –alt sum tørvur var á. Og skipið kom fullfermt aftur, og hesin góði farmur varð skipaður inn í Klaksvíkshandilin og lagdur inn í norðasta endan, og fólk sum tyrptust at keypa góða vøruna úr fjarskotna og eksotiska Spania, fóru at kalla hølini fyri Spaniastovu.
Fyri nøkrum árum síðan stóð kommunan fyri eini stórari kanning, eini vakstrarætlan fyri býin, sum skuldi vísa, hvat okkum tørvar í Klaksvík til tess at gerast ein alsamt áhugaverdur býur at búsetast í.
Omanfyri 250 klaksvíkingar komu til orðanna, bæði fólk í og uttanfyri býin søgdu, hvussu tey upplivdu heimstaðin upp á gott og ilt. Niðurstøðan var greið, at ov fáar vørur vóru á hillunum í Klaksvík, her er ov eintáttað at búgva og starvast. Og tilráðingin frá teimum, sum stóðu fyri kanningini, var, at fólk og kommuna í Klaksvík skuldu leggja seg eftir at fjøltátta úrvali, bæði viðvíkjandi arbeiðsmøguleikum og øðrvísi bústaðarmøguleikum. Og Harafturat vóru ráðini, at leggja seg eftir tí, vit í Klaksvík duga so væl: at skapa upplivingar og tiltøk: summarfestivalur, norðoyastevna, sjómannadagur, torradagar, jólaskip, stór hallartiltøk, svimjihøll og mongu tilboðini í býnum eru framúr skapandi, og hesi skulu gerast upp aftur fleiri og skipast skal fyri, so tiltøk verða alt árið.
Økinum her úti ynski eg bjarta framtíð. Her hevur vinna, mentan, handverk og handil havt gott áralag. Og útlitini eru góð, her legst afturat við virksemi.
Havnarskrivstovan og smiðjan hjá kommununi, sum hava ligið her í manna minni, fáa nú nýggj hølir her úti. Tað er samtykt, at skipafelagshúsini framyvir fara at hýsa havnarskrivstovuni og smiðjuni, og tey verða nútímansgjørd til hetta endamálið í næstum.
Til heystar fer kommunan at seta bólk niður við øllum avvarðandi á økinum her, so vit í felag kunnu skipa økið upp aftur betri í framtíðarljósi. Hvussu fáa vit uppaftur størri virksemi í gomlu handilshúsini? Skulu vit ikki endurreisa gomlu keikioskina, sum vit minnast hana, og lata hana fáa nýtt lív? Og hvussu fáa vit Ídni aftur til heiðurs og æru? Onkur vil eisini vera við, at pisshúsið eigur sítt pláss her…
Spaniastova hevur virkað sum mentanarpallur í býnum, síðan Atlantis gjørdist biografur burturav. Umstøðurnar til tiltøk hava ikki verið góðar, men hóast tað hava fyriskiparar megnað at fingið Summartónar til Klaksvíkar, hýst mentanravirðislønartiltakinum hjá landinum, sýnt sjónleikir umframt ørgrynnu av spennandi tónlista- og mentanartiltøkum. Og loksins hevur kommunan nú játtað pening, so Miðstovan kann setast í stand og fara at virka saman við Spaniastovu og gamla handlinum. Tá kann mentanarlívið økjast, og tiltøkini í Spaniastovu, sum eru kend um alt landið, kunnu gerast fleiri og betri.
Jú, tað er sanniliga upp á sítt pláss at seta ljóskastaran á hetta økið í býnum, sum onkuntíð kann tykjast liggja í útjaðaranum í handilslívinum í Klaksvík. Hetta er ikki at flyta fokus frá ein miðbýi, sum vit ynskja okkum í Klaksvík. Hetta er ein depil í býnum, ið eigur sítt egna lív.
Takk fyri fyriskiparar, serliga hin altíð ótroyttiligi Jógvan Andrias Joensen, stóra takk fyri, at tit við hesum hava sett eina nýggja vøru á hillina í Klaksvík. Ja, kanska kunnu vit siga, tit fyrst hava umvælt eina gamla hill, sum í mong ár bar so nógv og nú hevur fingið nýggja styrki og ikki minst nýggjar vørur.
Gott summar, øll somul




