Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit viðgera Effoliðini: ÍF

Jákup Ósá

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Toppskjútti: Dánjal á Lakjuni og Ari Ellingsgaard (4)

Flest upplegg: 1. Ari Ellingsgaard (4) 2. Karl Løkin, Bartal Eliasen og Nenad Saric (allir 3)

Karakterur fyri fyrru hálvu (1-10): 3

ÍF hevur seinastu tvey kappingarárini endað nummar 2. Í ár var nakað av útskifting á liðnum, men tað var tað eisini í fjør. Kanska merkist tað á liðnum nú, at summir lyklaleikarar byrja at eldast, men so hevur eisini ein lykla leikari sum Høgni Zachariassen sitið nógv uttanfyri við skaða.

Besti leikari í fyrru hálvu: Karl Løkin

Tað kundi veri Ari Ellingsgaard, men avrikini hjá Karl hava verið meira støðug. Summar dystir hevur hann skarðað framúr. Á ÍF liðnum hava vit ikki so nógv uppløgd val til besta leikara, tí liðið hevur verið eitt vónbrot og bara vunnið 4 av 15 dystum.

Hvørjum leikara vænta vit mest av í seinnu hálvu: Clayton Soares

Clayton hevur spælt hálvskaddur í fleiri dystum og tað hevur merkt bæði hann og ÍF. 2 mál er óvanliga lítið. Nú hevur Clayton hildið frí allan steðgin og kanska er tað hetta, sum hann hevur havt brúk fyri. ÍF hevur nógvar heimadystir eftir summarsteðgin og har kann Clayton fara at fáa gongd á málskjótingina.

Hvar liggur liðið í løtuni: Nummar 7

Stigatal og málmunur: 17 stig og málmundin 23-30

Deyðbóltar: Skorað uppá 9 deyðbóltsstøður (39 %) og latið mál inn uppá 9 deyðbóltsstøður (30 %)

Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 4

Norðlýsið tippar nú: Nummar 4

Lykilin til gott úrslit í seinnu hálvu:

Leikskráin sær gott út hjá ÍF við 7 heimadystum av teimum 12. Liðið hevur framvegis samband við 4. plássi hóast eina vánaliga fyrru hálvu og nú er hópurin nógv breiðari enn fyrr í ár. Leikarar sum Jan Ellingsgaard og Høgni Zachariassen fara at muna væl. ÍF skal til at vinna dystirnar á heimavølli og royndirnar á liðnum eiga at hjálpa til, tá endaspurturin og avgerandi dystirnir um 4. plássi fara at vera leiktir.