Til heiðurs fyri LGBT Pride’ina gevur tónleika bólkurin “The Interzone Boys” sítt fyrsta staklag út. Og enntá á ælaboga diskettum! Bert 25 eintøk eru gjørt, fimm av hvørjum litið. Hetta kann ikki hava verið gjørt fyrr í Føroyum!
Lagið eitur “I’m A Bug” og fer at fáast til keyps fyri 10kr í Tutl handlinum so skjótt tey lata upp Ólavsøku morgunin tann 28. juli.




