Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit viðgera Effoliðini: B36

Jákup Ósá

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Hvussu hevur liðið staðið seg? Hvør hevur verið ella verður profilur? Og hvar endar liðið?

Toppskjútti: 1. Adeshina Lawal (9) 2. Jákup á Borg (8)

Flest upplegg: 1. Lukasz Cieslewicz (9) 2. Adeshina Lawal og Alex Mellemgaard (báðir 7)

Karakterur fyri fyrru hálvu (1-10): 9

Tað einasta sum telur ein karakter niður er steypakappingin, har B36 fór út tíðliga í kappingini. Við einum smalum hópi hevur venjarin Sámal Erik Hentze dugað væl at fingið optimalt burturúr. Hann hevur dugað at fingið tað besta burturúr teimum bestu leikarunum og lagað spæliskipanina til typirnar í hópinum. Leikliga er eitt sindur ójavnt, hvussu væl B36 hevur spælt, men teir hava fingið úrslitini.

Besti leikari í fyrru hálvu: Adeshina Lawal

Adeshina hevur verið ein avgerandi leikari, sum fleiri ferðir hevur verið munurin millum B36 og mótstøðuliðið. 9 mál og 7 upplegg siga tað mesta um ein klassaleikara hetta kappingarárið.

Hvørjum leikara vænta vit mest av í seinnu hálvu: Lukasz Cieslewicz

Lukasz er mentur sum kappingin er gingin. Hann er farin at skora fleiri mál og hann er leikarin í Effodeildini, sum hevur lagt upp til flest mál. Hann er samstundis ein leikari, sum í endaspurtinum kann blíva avgerandi fyri, at B36 vinnur FM. Tí hann tykist bara vaksa við uppgávuni, tá nógv stendur uppá spæl. Málini fara helst at blíva fleiri í seinnu hálvu enn tey vóru í fyrru hálvu.

Hvar liggur liðið í løtuni: Nummar 1

Stigatal og málmunur: 40 stig og málmunin 37-15

Deyðbóltar: Skorað uppá 14 deyðbóltsstøður (38%) og latið 7 mál(47%) inn uppá deyðbóltsstøður

Norðlýsið tippaði áðrenn kappingina: Nummar 8


Norðlýsið tippar nú: Nummar 1

Lykilin til gott úrslit í seinnu hálvu:

B36 hevur havt eitt nærum feilfrítt kappingarár í landskappingini higartil. Liðið hækkaði sítt støðið frá venjingardystunum alvorliga nógv og broytingarnar í hópinum undan kappingini vístu seg ikki at hava nevniverda ávirkan. Liðið tykist nú hava breiddina sum skal til. Tað er bara B36 sjálvt, sum kann sløsa eitt at síggja til trygt FM heitið burtur. Tað gera teir við m.a. persónligum feilum, sum vit hava sæð onkrar av seinastu dystirnar. Men tað er ringt at síggja fyri sær, at B36 skal fara at missa FM heitið úr hondum.

Harleywoodpaint