Umboðsmaðurin, Karl Birgir Isaksen, greiðir frá um viðurskiftum hjá stuttleikabátinum, sum er komin til Føroyar.
Karl Birgir Isaksen er umboðsmaður hjá stuttleikabátinum og skal hann tí syrgja fyri, at øll viðurskiftir eru í lagi, nú skipið vitjar.
Hann sigur, at tað er sveisarin Willy Michel, sum eigur stuttleikabátin sum eitur ”Vive la Vie”. Hann var liðugt bygdur í 2008. Manningin telur 13 fólk, meðan 7 ferðafólk eru við í løtuni. Sostatt eru tilsamans 20 fólk umborð nú. Øll ferðafólkini eru úr Sveis. Skiparin er týskari. Stuttleikabáturin kemur at liggja í Klaksvík fram til 2. august, tá hann fer til Havnar og seinni fer hann møguliga at sigla runt millum oyggjarnar, um veðrið loyvir tí. Hann fer avstað aftur úr Føroyum 4.august, tá ein partur av hópinum umborð er skiftur út. Karl Birgir væntar ikki, at fólk kunnu koma umborð at hyggja eftir stuttleikabátinum, nú talan er um eitt privatan stuttleikabát. Men tað hevði hann ikki spurt um.
Tað er trupult at meta um prísin á einum slíkum stuttleikabáti, sum er gjørdur úr stáli. Men helst liggur prísurin ikki niðanfyri 300 milliónir, um vit taka støðið í øðrum líknandi bátum.
Mynd: Petur Martin Hansen




