Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dansinátt í Norðulandahúsinum

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 2. august verður dansinátt í Norðurlandahúsinum. Tiltakið hevur verið nærum á hvørjum ári, síðani Norðurlandahúsið opnaði. Dansitíðin er vetrarhálvuna, men fleiri eru, ið kundu ynskt sær eina dansinátt um summarið, tí saktans kunnu hesar verða góðar og minnisríkar. Í 2013 var dansináttin væl vitja. Umframt føroingar sum treða dansin her heima er vanligt, at væl av útisetum og ferðafólki leita sær til dansináttina. Fyri tey vitjandi kann dansináttin í Norðurlandahúsinum verða minnilig løta. Húsið er stórsligið. Uttan sum ein álvheyggur og innan ein arkitektonisk perla, har ein summardansinátt setir sín serliga dám.

Talan er um almennan dans og eru øll vælkomin. Hetta er tiltak, sum Norðurlandahúsið og Sláið Ring skipa fyri í felag.

Byrjað verður kl. 21.00 og dansurin endar kl. 01.00. Er dansurin góður, verður hildið á eitt sindur longur.

Sláið Ring – landsfelag føroyskum dansi at frama.