Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein nýggjur ferðavinnumøguleiki er latin upp

Danial Viðoy

Kópakonan í Mikladali varð avdúkað í Mikladali í dag. Góð 2000 armbond vórðu seld til hátíðarløtuna, og hetta sást til hátíðarhaldið. – Ein hátíðardagur og ein nýggjur ferðavinnumøguleiki.

Kópakonan í Mikladali varð avdúkað í Mikladali í dag. Góð 2000 armbond vórðu seld til hátíðarløtuna, og hetta sást til hátíðarhaldið. – Ein hátíðardagur og ein nýggjur ferðavinnumøguleiki.

Tað gerst alsamt stuttligari og meira spennandi at ferðast í egnum landi. Søgudýrgripir í Føroyum gerast bara meira og meira týðuligir. Í dag gjørdist Kópakonan týðulig og ítøkilig við eini vakrari standmynd niðri á Kneysa, sum er í Mikladali.

Enn ein dyr til ríkari ferðavinnulív í Føroyum er latin upp, enn ein søga/sagn er gjørd so livandi sum til ber.

Tað er eingin ivi um, at nú er ein nýggjur ferðavinnumøguleiki latin upp. Vit kunnu siga, at kalsoyingar hava fingið eitt gott ’agn’ við standmyndini, at lokka bæði føroyingar og útlendingar á Kalsoynna.

Verður borið rætt at, verður ferðavinnan í oynni enn ríkari, enn hon er í dag. – Hetta er til gagns fyri alla Kalsoynna, Norðoyggjar og allar Føroyar.

Her eru nakrar myndir frá hátíðardegnum í dag: