Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

80.000 útlendingar seta búgva í Svøríki í ár

Danial Viðoy

Svøríki væntar at fáa eini 80.000 flóttafólk (dk. asylansøgere) í ár. Svøríki er kanska tað landið í heiminum, ið fær flest fólk inn í landið, ið eru ættað aðrastaðni frá. Eitt nú hevur Svøríki flest muslimskar íbúgvarar í Norðurlondum.

Samanborið við Danmark, ið føroyingar ofta seta í samband við nógvar muslimar og fólk av øðrum religiøsum ella etniskum uppruna, so tók Danmark bert ímóti 7.557 flóttafólkum í fjør.

Talið av flóttafólkum ella útlendingum, ið søkja sær skjól í Svøríki bara veksur ár fyri ár. Aftur í ár veksur talið, hoyrist frá inn- og útflytingarráðnum í Svøríki.

Í aprílmánaða lá talið á góðum 60.000 flóttafólkum, ið sviar væntaðu at fáa inn í landið í ár. Nú er talið komið upp á 80.000 fólk.

– Støðan er ekstrem, men hóast forsøgnin er so sum hon er, skulu vit nokk megna at fáa greiðu á hesi støðuni, sigur innlendismálaráðharrin í Svøríki, Tobias Billstrøm.

Hetta skrivar danska blaðið, Information.