Flestu dystirnir hetta umfarið síggja spennandi út á pappírinum.
Skála-B68
Botnuppgerð á Skála. Hetta er ein lykladystur, tí hesi bæði liðini royna at fáa fatur á AB, sum liggur 5 stig frammanfyri. Skála hevur í løtuni viðgongd, tí við eitt sindur av hepni fingu teir javnleik í Fuglafirði seinast og harvið høvdu teir ikki havt tapt í tríggjar dystir. B68 avrikið á ólavsøku var hinvegin sera vánaligt. Tí verður tað helst eitt sera uppsett B68 lið, sum skal vaska talvuna reina. Liðini spældu fyrr í ár javnleik á Svangaskarði, og sum heild hevur Skála spælt nógvar javnleikir í ár. Upplagdur javnleikur á Skála. Tipping: X
HB-AB
HB fekk eina góða byrjan uppá seinnu hálvu við stórsigri móti B68, meðan AB – sum skilst – eisini spældi ein góðan dyst móti EB/Streymi. Bæði liðini mangla fleiri leikarar til hendan dystin. M.a. manglar HB leikbannaða Fróða Benjaminsen, meðan AB manglar leikbannaða Sorin Anghel. Breiddin hjá HB fer at koma til sjóndar hendan dystin. Tipping: 1
ÍF-Víkingur
ÍF er komið við aftur í kappingina um Europa League luttøku, men avrikið í seinna hálvleiki móti Skála var lítið sannførandi. Hópurin hevur nú breidd, men nú skal ÍF til at vísa meira støðug avrik yvir fleiri dystir. Í Víkingi er umberingin klár, um liðið nú skuldi tapt hendan dystin. Tí Víkingur hevur havt eitt strævnari summar enn hini liðini og hesi dysturin liggur mitt ímillum tveir truplar dystir móti einum sterkum liði úr Kroatia. Men í Fuglafirði stendur Víkingur seg nærum altíð væl. Og tá talan er um týðandi grannauppgerð, so er spurningurin, um Víkingur ikki klárar at seta seg upp og vinna týðandi dystin. Tipping: 2
EB/Streymur-B36
EB/Streymur vísti ikki nógv á Argjum, og tað er trupult at meta um, hvussu EB/Streymur fer at standa seg í seinnu hálvu. Í uppstillingini eru framvegis nógvir royndir og dugnaligir leikarar. B36 fekk gongd á vandamiklasta álopsparið í Effodeildini í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin. Sjálvsálitið og spæligleðin er størri á útiliðnum, sum eigur at vinna dystin við Margáir undir núverandi umstøðum. Tipping: 2
KÍ-NSÍ
KÍ stóð royndina í Gundadali við skerdum liði burtursæð frá sjálvum úrslitinum, sum ikki kastaði nakað stig av sær. Liðið hekk til tíðir væl saman, hóast fleiri profilar als ikki raktu dagin leikliga. Hetta er fyrsti dystur hjá NSÍ eftir summarsteðgin, og tað kann vera ein fyrimunur fyri KÍ, at liðið hevur 90 minuttir í beinunum, hóast liðið aftur hesaferð er nógv skert. NSÍ liðið hevur fingið styrk í summar, har serliga Pól Jóhannus Justinussen kann metast at fara at geva liðnum nakað. Fyrr í ár hevði KÍ gott tak á NSÍ í dystinum í Runavík og tað hava teir bláu eisini hava í Klaksvík seinastu árini. Burtursæð frá topp 3 liðunum, so hevur KÍ ikki tapt nakran heimadyst í ár, samstundis sum NSÍ ongan dyst hevur vunnið móti topp 7. So er bara spurningurin, hvørja ávirkan tað fær á KÍ, at nógvir leikarar mangla. Ein tættur dystur, sum vit tippa koppar til heimaliðið. Tipping: 1




