Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Omma torir ikki út!

Jákup Ósá

Deyðningahøvdini hjá Sea Shepherd forskrekkja tey eldru.

Deyðningahøvdini hjá Sea Shepherd forskrekkja tey eldru.

Í løgtinginum í dag, har ólavsøkurøða løgmans bleiv viðgjørd, bleiv eisini nakað av kjaki um Sea Shepherd og spurningin um, nær felagsskapurin fer ov langt í mun til, hvat ein kann góðtaka í Føroyum. Hanus Samró nevndi eitt konkret dømi, har hansara omma ikki tordi út, tá hon ferðaðist í Húsavík, tí Sea Shepherd fólkini hertóku sandin. Fyri Norðlýsinum greiðir hann soleiðis frá:

– Omma og abbi brúka hvørt summar í Húsavík, har tey millum annað skera torv og halda summarferiu í barnaheiminum hjá abba. Í summar hendi tað óhepna, at omma var trælur í egnum landi, tí hon tordi ikki at fara út, tí Sea Shepherd hevði hertikið sandin. Hon tordi ikki út, tí Sea Shepherd marsjeraði upp og niður, aftur og fram í teirra svørtu hettutroyggjum við deyðningahøvdum á bringuni. Marsjeraðu, sum um tey áttu strondina, sigur Hanus Samró.

Hanus sigur, at hóast Sea Shepherd fólkini einki hava gjørt teimum enn, so ræðast tey gomlu hesi fólkini.

– Tað skal annars sigast, at omma og abbi plaga at bjóða ferðafólkum til kaffi og vafflur, men nú aftraðu tey seg, tí tey ræddust Sea Shepherd. Hetta er bara eitt dømi, men omma og abbi eru valla tey einastu gomlu, ið óttast Sea Shepherd fólkini. Ikki tí, at tey gera teimum eldru fortreð, men deyðningahøvdini forskrekkja tey. Tí endaði omma við at halda summarferðiu í roykstovuni, tí hon tordi ikki út, sigur Hanus Samró við Norðlýsið í kvøld.