Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tjaldingarøkið fær góðar karmar

Danial Viðoy

SF: Tjaldingarøkið á Akursmørk hevur sera góðar karmar. Nú eru tríggir heitir pottar eisini settir uttanfyri tjaldingarøkið til gagns fyri tjaldarar og annars allar festivalgestir. Gott lag á tjaldarunum.

Teir heitu pottarnir hava riggað væl á G!-festivalinum og munnu allarhelst eisini fara at fáa eina ’suksé’ á Summar Festivalinum 2014. Tey ungu mangla einki nú.

Lagið er gott á tjaldarunum. Nógv av teimum komu í gjárkvøldið og enn legst til við liggjandi gestum.

Hýrurin kann ikki annað enn vera góður, tá ið veðrið er so gott sum tað er í dag.

Nakrar heilt fáar myndir: