Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur: Mount Everest, Læknastríðið, fiskivinnuting, vatnkríggj….

Føroya SJÓMANNADAGUR

Stóri festdagurin á ársins sjómannadøgum í Klaksvík verður leygardagin 23. august, men longu nú kann Føroya Sjómannadagur kunngerða fleiri áhugaverd tiltøk sum verða í Klaksvík í vikuni fram til sjómannadagin.

Stóri festdagurin á ársins sjómannadøgum í Klaksvík verður leygardagin 23. august, men longu nú kann Føroya Sjómannadagur kunngerða fleiri áhugaverd tiltøk sum verða í Klaksvík í vikuni fram til sjómannadagin.

 MÁNADAGIN 18. AUGUST

 Søgur um Havrógving

Livar Nysted greiður frá fyrstu havrógvarunum og søguni framtil dagsins havrógvarar

Ókeypis í deildini hjá EIK.

TÝSDAGIN 19. AUGUST 

19.00

MOUNT EVEREST FRÁSØGN – Í EIK Klaksvík.

Leirvíkingurin Arne Vatnhamar gjørdist fyrsti føroyingurin,ið stóð á heimsins hægsta tindi, Mount Everest. Verkætlanin hjá Arna kravdidrúgvar fyrireikingar, og sjálvur túrurin gjørdist sera harður, bæði kropsligtog mentalt.

Fyrilesturin snýr seg um fyrireikingarnar, útgerð, kulda,longsul og ikki minst hvørjar tankar, Arne gjørdi sær, tá hann stóð yvirfyriharðastu avbjóðingini í lívi sínum.

Føroya Sjómannadagur bjóðar til ÓKEYPIS fyrilestur ídeildini hjá EIK í Klaksvík.

 

MIKUDAGIN 20. AUGUST

19.00

Almennur fundur í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.

Fiskatilfeingið viðFøroyar í dag og í framtíðini

Jón Brian Hvidtfelt, tíðindaleiðari í Miðlahúsinum stjórnarfundinum.

Petur Steingrund, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur umbotnfiskastovnarnar.

Jan Arge Jacobsen, doktari í fiskifrøði heldur fyrilestur umstøðuna hjá uppisjóvarstovnunum.

 

Dennis Holm, formaður í fiskidaganevndini leggur upp tilkjak.

Pallborð mannað við Petur Steingrund Havstovan, Jan ArgeJacobsen, Havstovan, Herálvur Joensen,stjóri í Føroya Reiðarafelag og Dennis Holm, formaður í Fiskidaganevndini.

 

Kaffi hugni

HÓSDAGIN 21. AUGUST 

19.00

LÆKNASTRÍÐIÐ Í KLAKSVÍK – FÓLKAFUNDURIN ÚTI Í GRØV í 1953

Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, ferð at greiða fráfólkafundinum úti í Grøv undir læknastríðnum. Samstundis sum fundur var úti íGrøv vóru samráðingar millum umboð fyri tey sum høvdu skrivað undir ”adressuna”og Føroya Landsstýrið sum kundu ført til ein skjótan enda á Læknastríðnum.

Spældar verða áhugaverdar bandupptøkur við røðarum fráfólkafundinum í 1953 sum Fisher Heinesen, sáli, tók upp. Upptøkurnar havaongantíð áður verið spældar alment.

Fyrilesturin verður í deildini hjá EIK í Klaksvík.

 

FRÍGGJADAGIN 22. AUGUST

18:00

Fiskikapping á Kósabrúnni

Stór fiskikapping fyri SJÓRÆNARAR á Kósabrúnni fyri bæðigentur og dreingir.

Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja ábryggjuni 

19:00

VATNKRÍGGJ Á VÁNNI

Eftir fiskikappingina leggja SJÓRÆNARA-SKIP at bryggjuni harfarið verður umborð.

Børn skulu verða í bjargingarvestum og regnklæðum og helstverða sminka sum sjórænarar.

Spyrji endiliga vegleiðarar sum eru á bryggjuni um tað ernakað sum tit ivast í.

Øll – bæði børn og vaksin, sum fara umborð á bátarnar kunnuroknað við at gerast dýggj vát og tí er gott at hava heit klæði við sær.Foreldur ella avvarðandi skulu verða saman við børnunum. Tann stóri sjórænarakongurin mælir til, at børnini gera seg út við vatn ballónum, tí vanligarluftballónir kunnu ikki nýtast,- tær bresta ikki eins lætt.

Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj er í EIK Banka íKlaksvík og tey sum koma inn á gólvið fáa vatn ballónir og vatn-pistólar(avmarkað nøgd) at brúka til at kríggjast við.

Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir ástórapalli á Sjómannadegnum leygardagin 23. august.

KAPTAJN GARDAR –vatnkríggj

Av tí at tað kann gerast heldur rokaligt hjá teimum smæstubørnunum umborð á skipunum verður skipað fyri einum vatnkríggið á landið fyrismærru børnini – á bryggjuni niðanfyri Northern Fish Cold Storage . Her ber eisini til atsíggja skipini kríggjast á Vánni. Kaptain Gardara skipar fyri og luttekur í vatnkrígginum!

Kl. 22:00 – 02.00

STÓR ÚTIKONSERT Í KLAKSVÍKSGARÐINUM.

Bólkar frá Dávavirkinum skipað fyri stórari útikonsert.

ØLL TILTØK HJÁ FØROYA SJÓMANNADEGI ERU ÓKEYPIS OG RÚSFRÍÐ.

(Skráin fyri leygardagin 23. august og sunnudagin 24. august verður kunngjørd mikudagin)