Vit sóknast eftir einum dugnaligum og framskygdum leiðara at standa á odda fyri Heimatænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu
Starvið
Nú Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava hava skipað samstarv um tænastur innan eldraøkið, er eitt áhugavert, spennandi og fjølbroytt starv, sum leiðari fyri Heimatænastuna í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, leyst at søkja.
Leiðarin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini av Heimatænastuni og teimum stovnum ið eru, og koma, í økinum hjá kommununum. Leiðarin skal tryggja at uppgávurnar verða loystar á einum høgum stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv.
Tú verður sjálv/ur í stóran mun við til at skapa starvið, og at menna nýggju umsitingina saman við leiðslunum og starvsfólkunum í kommununum. Talan er um eitt nýtt og spennandi starv við nýggjum avbjóðingum innan eldraøkið, har tú fært møguleikan at verða við til, at samansjóða allar tænasturnar, ið Heimatænastan hevur at bjóða í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.
Sum leiðari kemur tú at vísa beinleiðis til stýrið fyri Heimatænastuna, sum hevur evstu ábyrgd av eldraøkinum. Dagliga umsitingin av Heima-tænastuni verður partur av umsitingini hjá Eysturkommunu.
Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a. at:
§ ganga á odda, soleiðis at tænasturnar í Heimatænastani frameftir verða í fremstu røð
§ gera uppskot um bygnað og samansjóðing av øllum tænastunum í Heimatænastuni
§ byggja upp eitt vælvirkandi og samskipandi leiðslutoymi fyri Heimatænastuna
§ fremja skilagott samstarv og samskifti við politikarar, borgaran, leiðslur, starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar
§ tryggja at visitatiónin innan allar tænastur og veitingar, sum samstarvið veitir borgarunum í økinum innan heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður skipað so skilagott sum til ber
§ ráðgeva stýrinum o.ø. og vegleiða í spurning um innan eldraøkið
§ verða skrivari og at føra gerðabók fyri stýrið í Heimatænastuni
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at tú:
§ hevur viðkomandi hægri útbúgving, ella aðra viðkomandi útbúgving og royndir.
§ hevur leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðsmarknaðinum, og at tú við tínum leiðsluhátti skapar trivnað og mennir leiðarar, starvsfólk og Heimatænastuna sum heild
§ ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til at samstarva
§ ert sjónlig/ur og dugir væl at lýsa sjónarmið fyri øðrum
§ ert strukturerað/ur, hevur skil fyri fíggjarstýring og hevur góðar umsitingarligar førleikar
§ hevur førleika at menna samstarvið og samskiftið við politikarar, borgaran, leiðslur, starvsfólk, myndugleikar og aðrar áhugabólkar
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður lønt í 35. lønarflokki hjá Tæn-astumannafelag Landsins, tó uttan at verða eitt tænastumannastarv. Lønin er í løtuni 39.293,77 kr um mánaðin, og harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Starvið verður áramálssett í 5 ár, við einum lønarískoyti sum er 20%.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til:
Eysturkommunu
Kulibakki 8
520 Leirvík
ella til t-post: eystur@eystur.fo
Umsóknin skal verða Eysturkommunu í hendi í seinasta lagimánadagin 1. september2014 kl. 12:00. Starvið verður sett frá 1. oktober 2014, ella skjótast tilber.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Jóhan Christiansen, stýrisformann, á tlf.: 730010, ella til Erik Lervig, kommunustjóra á tlf.: 730011.




