Í 2010 høvdu vit eina innrás av flogmúsum í Føroyum, sum er uttan líka, tá í minsta lagi 45 flogmýs vórðu sæddar.
Jens-Kjeld Jensen og Dorete Bloch hava saman við granskarum í Íslandi og Skotlandi skrivað grein um flogmýs í Norðuratlantshavi. Greinin er prentað í polska tíðarritinum Acta Chiropterologica(16.1: 169-195.) og kallast “A review of the occurrence of bats (Chiroptera) on islands in the North East Atlantic and on North Sea installations.” Rithøvundarnir eru Ævar Petersen, Jens-Kjeld Jensen, Paulina Jenkins, Dorete Bloch, og Finnur Ingimarsson,
Vanliga sær mann bert eina flogmús hvørja ferð, men í einum av hesum førinum eru upp til 12 sæddar samstundis. Í 2010 høvdu vit eina innrás av flogmúsum í Føroyum, sum er uttan líka, tá í minsta lagi 45 flogmýs vórðu sæddar – 70 ymiskar fráboðanir komu inn. Flestu flogmýsnar hava verið sæddar um heystið, færri um várið.
Talið af sæddum flogmúsum eru vaksið gjøgnum tey seinastu tredivu árini, og møguligar orsøkir til hetta eru umrøddar í greinini.




