Tveir lyklaleikarar spæla ikki aftur í ár.
Albert Ellefsen, venjari hjá ÍF, sigur, at støðan í ÍF er alt annað enn góð í løtuni.
– Høgni Zachariassen breyt kjálkabeinið móti AB og skal undir skurð í morgin. Hann spælir ikki aftur hetta kappingarárið. Jan Ellingsgaard hevur verið illa fyri fysiskt í summar og av tí sama følt seg illa. Hann spælir fyribils ikki aftur í ár, men eg havi gjørt eina avtalu við hann um at vera tøkan, um brúk verður fyri tí seinni, og tað hevur hann játtað. Og til sunnudagin mangla við leikbannaða Ari Ellingsgaard, burturstadda Nenad Saric og skadda Poul N. Mikkelsen eisini. Og so fór Karl Løkin av landinum og spælir heldur ikki aftur í ár við okkum, sigur Albert Ellefsen og staðfestir at hansara umstøður í løtuni eru truplar.




