Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fara KÍ og TB ongantíð aftur at gerast Føroyameistarar?

John William Joensen

Kl.15.17 hósdagin 12. Oktober 2010 skrivar ítróttar skrivarin, Scott Murry, hjá bretska blaðnum The Guardian at føroyski tjóðarleikvøllurin á Svangaskarði ”er tann vakrasti og merkisverdasti tjóðarleikvøllurin í Evropa”. Men nú er føroyski tjóðarleikvøllurin kleindur niður ímillum húsini í Havn og hugsað vit fram í tíðina er hetta bara ein staðfesting av at tað er kapitalurin og feløgini í høvuðsstaðnum sum serliga hava hesta ágóðan av limaskapinum hjá Føroyum í UEFA.

Kl.15.17 hósdagin 12. Oktober 2010 skrivar ítróttar skrivarin, Scott Murry, hjá bretska blaðnum The Guardian at føroyski tjóðarleikvøllurin á Svangaskarði ”er tann vakrasti og merkisverdasti tjóðarleikvøllurin í Evropa”. Men nú er føroyski tjóðarleikvøllurin kleindur niður ímillum húsini í Havn og hugsað vit fram í tíðina er hetta bara ein staðfesting av at tað er kapitalurin og feløgini í høvuðsstaðnum sum serliga hava hesta ágóðan av limaskapinum hjá Føroyum í UEFA.

So leingi sum eg og Kristian sótu í FSF megnaðu vit at halda havnafeløgunum frá fatinum, plagdi Torleif Sigurðsson, sáli, skemtandi og argandi at taka til og hóast FSF var stovnsett longu í 1979 tá klaksvíkingurin Kristian Olsen og síðani Torleif Sigurðsson gjørdust formenn, var tað ikki fyrr enn í 2008 at høvuðsstaðarfeløgini fingu sítt uppskot valt til FSF forseta og síðani hevur FSF og UEFA brúkt í minstalagi 100 mió. kr. í UEFA pengum til íløgur í Gundadali.

Hóast Torleif ræddist avleiðingarnar av at sentralisera føroyskan fótbólt so var hann ikki bangin fyri at taka avgerðir og tá leiðslan í FSF í 90 unum setti sær fyri at savna umsitingina á einum stað gekk Torleif beint ímóti viljanum hjá einum stórum meiriluta av fótbóltsfeløgunum.

Tað kom til skarpskeringar á aðalfundi í FSF har bygdafeløgini gjørdu FSF greitt at tey ikki vóru samd í at savna virksemið í Havn.

Torleif tók orðið og segði at tóku feløgini ikki undir við hesi ætlan ja so løgdu hann og øll nevndin frá sær. Síðani var ein steðgur og fleiri feløg hartaðu forsetan fyri at taka feløgini til gýðsla í einum so týðandi málið, tí flestu teirra stuðlaðu formanninum. Endin var at FSF húsið varð bygt í Havn og hetta gjørdist kanska eisini byrjanin til at FSF, sum annars er felagsskapurin hjá bygdafeløgunum, síðani hevur lagt størri og størri dent á kringumstøðurnar hjá sær sjálvum og harvið eisini umstøðurnar hjá feløgunum í høvuðsstaðnum.

Samanhaldið millum limafeløgini í FSF hevur ongantíð verið nakað at reypa av tí hvør sær hava feløgini jú verið kappingarneytar, men álíkavæl sóu flestu bygdafeløgini týdningin av at leiðslan í FSF ikki var úr høvuðsstaðnum og tað hevði sínar orsøkir.

Soleiðis fordeila FSF og UEFA milliónirnar kring landið (rund tølum):

Uml 60 mió kr til Tórsvøllur (Tjóðarleikvøllurin)

– Graslíki

– Ljósmastrar

– Suðurendin (bygningur í 3 hæddum við tribunu)

– Eystursíðan (yvirdekking)

12 mió kr til Svangaskarð

– Graslíki

– Renovering/útbygging av húsinum

2,1 mió kr til KÍ/Klaksvíkar Kommunu

– Graslíki

– Bláa Skýlið

1,5 mió kr til TB/Suðuroyar Ítróttardepil

– Planering

– Gralíki

– Hús

900.000 kr til EB/ST/Eiðis Kommunu

– Planering

– Graslíki

600.000 kr til MB/Vága Kommunu

– Graslíki

600.000 kr til SÍF/Vága Kommunu

– Graslíki

600.000 kr til B71/Sandoyar Skúlastýri

– Graslíki

850.000 kr til Víkingur/Eystur Kommuna

– Graslíki (2 vallir)

600.000 kr til NSÍ/ Runavíkar Kommunu

– Graslíki

600.000 kr til Skála/ Runavíkar Kommunu

– Graslíki

600.000 kr til ÍF/Fuglafjarðar Kommunu

– Graslíki

900.000 kr til Tórshavnar Kommunu/Hoyvík

– Planering

– Graslíki

600.000 kr til AB/Tórshavnar Kommuna

– Felagshús

600.000 kr til 07Vestur/Sørvágs Kommuna

-Felagshús

Havnafeløgini hava bestu umstøðurnar

Seinastu 13 árini hevur HB verið føroyameistari 8 ferðir og B36 tríggjar ferðir.

NSÍ megnaði sum nakað heilt serstakt at taka steypið frá Havnafeløgunum í 2007 og EB/STR sum hevði sína serligu søgu megnaði at vinna FM tvær ferðir hetta tíðarskeiði. Í kappingini um løgmannsteypið eru tað tó bygdafeløg sum Víkingur og EB/STR sum hava sitið tungt á, men hetta er sama myndin við síggja eitt nú í Onglandi har 1. Deildar feløg koma heilt til endaspæli í cup kappingunum. Ein orsøk her er at fremstu feløgini hava meira fokus á landskappingina sum gevur atgongd til flestu pengarnar meðan hjá lægru feløgunum er júst steypakappingin teirra vegur til Evropa. Ein orsøk er eisini sjálvt cup systemið har stóru feløgini sláa hvørt annað út úr kappingini.

Men eingin ivi er um at við teirri ný-íløgu sum FSF og Tórshavnar Kommuna hava gjørt í Gundadal sum er millum 100 til 130 mió. kr. seinastu trý árini er tað púra greitt at umstøðurnar hjá HB og B36 í høvuðsstaðnum eru ikki sambæriligar við umstøðurnar hjá øðrum limum í FSF.

UEFA økir ójavna

Harafturat eru peninganøgdirnar frá UEFA til vinnandi feløgini í Føroyum seinastu fimm árini vaksnar so ómetaliga nógv.

Taka vit bara seinastu seks árini hevur HB fingið heilar 12 mió. kr. fyri at gerast meistari og steypavinnari, meðan feløg sum KÍ og TB hava á hvørjum árið eins og øll onnur feløg ”einans” fingið góðar 100.000 kr. fyri at hava ungdómsfótbólt og góðar 30.000 fyri at luttaka í fremstu deildini.

Síðan 2008 eru góðar 40 milliónir latnar føroyskum meistarum og steypavinnarum

41% eru lætnar HB og B36.

35% eru enda í NSÍ, Víkingur og ÍF.

23% eru enda í EB/STREYMI

Feløg úr Suðuroynni, Sandoynni, Vagum og Norðoyggjum hava seinastu 6 árini ikki fingið eina krónu, tá eingi lið úr hesum økjum hava megna at spælt seg fram í oddin.

HB …….. kr. 10.987.500,-

EB/STR.. kr. 9.037.500,-

Víkingur..kr. 6.225.000,-

NSÍ ……… kr. 4.725.000,-

B36……… kr. 4.650.000,-

ÍF………… kr. 2.475.000,-

Kappingin gerst alsamt meira ójøvn.

Seinastu 6 árini eru peninga upphæddirnar sum føroyskur fótbóltur fær frá UEFA øktar munandi og tey feløg og teir landspartar sum ikki hava fingið lut í hesum pengastreymum eru alt longur afturútsigld í kappingini.

2008 EB/STR

2009 HB

2010 HB

2011 B36

2012 EB/STR

2013 HB

Hvat skal so til fyri at feløg sum KÍ og TB aftur skulu gerast seriøsir kappingarneytar til FM, tá vit vita at tað kostar nógvar pengar at útvega bestu leikarar og venjarar.

Í øllum føri kunnu vit staðfesta at tað eru somu fimm liðini sum hetta vikuskiftið manna ovastu 5 plássini í EFFOdeildini sum eisini manna fimm tey ovastu plássini av feløgunum sum hava fingið flestar krónur frá UEFA seinastu 6 árini.