Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hetta siga veddingarfyritøkurnar um Premier League

Jákup Ósá

Veddingarfyritøkurnar vænta broytingar í topp 4 í mun til í fjør.

Vit fáa nýggjan meistara og vit fáa nýtt lið inn í topp 4. Tað siga í øllum førum veddingarfyritøkurnar um Premier League, sum byrjar í dag.

Chelsea verður meistari og Manchester United kemur á 3. pláss. Danske spil gevur hesi odds til at vinna meistaraheitið:

1. Chelsea 2,85

2. Man City 3,25

3. Man Utd 5,50

4. Arsenal 7,0

5. Liverpool 12,0

6. Tottenham 65,0

7. Everton 125

Aguero ella van Persie

Tá vit hyggja eftir, hvønn toppskjútta vit kunnu vænta, so er rættuliga tætt millum fýra álopsleikarar frá hvør sínum liði. Danske spil gevur hesi odds uppá toppskjúttan:

1.-2. Sergio Aguero 5,0

1.-2. Robin van Persie 5,0

3. Daniel Sturridge 6,5

4. Diego Costa 7,5