Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir sett nýggjan venjara

Jákup Ósá

Tað verður ein útlendskur venjari, sum skal venja besta mansliðið og besta kvinnuliðið hjá Mjølnir komandi kappingarár.

Venjarin hjá Mjølni í ár er 38-ára gamli Bojan Drobnjak, sum er úr Serbia. Bojan er fyrrverandi flogbóltspælari og hevur spælt á høgum stigi í Serbia, har hann eisini hevur tikið ein ítróttarútbúgving. Bojan hevur búð í Føroyum í fleiri ár og hevur verið venjari hjá bæði Ternuni og hjá KÍF. Hann skal venja besta mansliðið og kvinnuliðið.

Frá Mjølnir kann annars upplýsast, at hóparnir hjá liðunum í stóran mun eru teir somu sum í fjør. Kvinnurnar hava mist ársins leikara í fjør Gudrid Nolsøe, sum er farin aftur til TB. Men síðani eru onkrar leikarar komnir aftur, sum hava verið burtur, og so eru ungir leikarar komnir upp úr ungdómsdeildunum. Hjá monnunum eru eisini ungir leikarar, sum eru komnir upp úr ungdómsdeildunum. Meðan kvinnurnar hjá Mjølnir hava vunnið alt sum vinnast kann seinastu árini, so hava menninir bygt upp av nýggjum. Teir vunnu ein dyst fyri tveimum árum síðani og í fjør vunnu teir fýra dystir og endaðu tí ikki aftast.

Niðanfyri er ein mynd av ungdómsliði hjá Ternuni, har vit ovast til høgru síggja nýggja venjaran hjá Mjølnir, Bojan Drobnjak.

Harleywoodpaint