Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, sigur at longu í 1953 áttu samráðingarnar millum umboð fyri tey sum høvdu undirskrivað adressuna og Føroya Landsstýrið at borið á mál, men ístaðin slitnaðu samráðingarnar og stríði harðnaði. Samstundis sum samráðingar eru í Havn er fólkafundur úti í Grøv og hóskvøldið 21. august kl. 19 fer søgufrøðingurin at spæla brot úr bandupptøkum frá røðum sum vóru hildnar á fólkafundinum.

Her eru nøvnini á teimum, sum hildu røðu á fólkafundinum 18. juli 1953. Summir tóku orðið fleiri ferðir, so tilsamans vóru tað 16 persónar, sum røddu á fundinum:
1 Fischer Heinesen 15 Fischer Heinesen
2 Hákun Djurhuus 16 Jens Klæmint Isaksen
3 Óla Jákup Jacobsen 17 Betuel Johannesen
4 Jóhan Rasmussen 18 Jóan Petur Skorastein
5 Einar Waag 19 Edvard Fuglø
6 Jens Christian Simonsen 20 Viggo Joensen
7 Betuel Johannesen 21 Jens Christian Simonsen
8 Esmar Jacobsen 22 Olaf Joensen
9 Viggo Joensen 23 Óla Jákip Jacobsen
10 Elias Eliasen 24 Jóhan Henriksen
11 Olaf Joensen 25 Viggo Joensen
12 Viggo Joensen 26 Jens Christian Simonsen
13 Fischer Heinesen 27 Fischer Heinesen
14 Richard Jacobsen 28 Viggo Joensen
Hans Andrias Sølvará fer at spæla umleið ein hálvan tíma av upptøkunum frá fólkafundinum, sum tilsamans eru umleið 2,5 tímar til longdar. Røðararnar, sum vit koma at lurta eftir eru nummar 6-13.
6 Jens Christian Simonsen
7 Betuel Johannesen
8 Esmar Jacobsen
9 Viggo Joensen
10 Elias Eliasen
11 Olaf Joensen
12 Viggo Joensen
13 Fischer Heinesen
Hans Andrias Sølvará byrjar við at siga nakað um fyritreytirnar og gongdina upp undir fólkafundin úti í Grøv, síðan lurta vit eftir upptøkunum, og so verður greitt frá teimum samráðingunum, sum fóru fram í Havn um úrslit av fundinum og úrslitinum av hesum samráðingum og avgerðini í Klaksvík eftir samráðingarnar. Onkur forkunnug skjøl, sum ikki hava verið alment frammi fyrr verður varpa ljós á og leiklutin hjá ymiskum persónum í samráðingunum, sum kundu havt sett punktum fyri læknastríðið longu á sumri 1953.
Fyrilesturin er í Skúlanum við Ósánna og er almennur – ókeypis – byrjar kl. 19.