Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Línuspæl við knallertmotori og toyrulla at buka fisk við

Oliver Joensen

 Erik Hansen, sáli, Erik hjá Simonu, sum hann varð nevndur millum manna, arbeiddi í eitt langt áramál á teknisku umsiting hjá Klaksvíkar Kommunu.

Honum dámdi at vera á floti og Borðoyarvík var hansara eitt og alt, eins og hjá bróðrinum Kristoffuri.

Erik hugsaði altíð um at lætta um arbeiðið í dagligdegnum, og tað førdi til, at hann, saman við Peter Ova Ellingsgaard, sála, menntu eitt línuspæl til smábátar, ella róðrarbátar. Uppfinningin var, at gera eitt línuspæl við knallertmotori. Teir arbeiddu leingi og væl og royndu ymiskt og at endanum var spælið liðugt. 

Hugssað var eisini um at útflyta slík spøl til Grønlands, men alt hetta kunnu tit hoyra meira um á Sjómannadegnum. Spælið verður framsýnt saman við gomlu motorunum og har fæst nágreiniligari at vita um spælið, sum Janus Hansen, sonur Kristoffur nú eigur. Tá vit vitjaðu Janus, hevði hann spælið í gongd og tað sýntist rigga væl.

Eisini hevði Erik gjørt eina gamla toyrullu um til at hon skuldi brúkast at buka fisk við, hon verður eisini at síggja á Sjómannadegnum.