Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Chelsea varðveitir fyrsta plássið

Danial Viðoy

Premier League: Chelsea gjørdi sína skyldu í dag og vann ein tryggan 2-0 sigur á Leicester. Aftur í dag kom Diego Costa á máltalvuna. Eden Hazard skoraði seinna málið.

Premier League: Chelsea gjørdi sína skyldu í dag og vann ein tryggan 2-0 sigur á Leicester. Aftur í dag kom Diego Costa á máltalvuna. Eden Hazard skoraði seinna málið.

Seinna umfar í PL: Chelsea tykjast sera sterkir í ár. Aftaná tveir dystir er tað vorðið til tveir tryggar sigrar. Maskinan hjá Chelsea kom tó ikki í gongd í dag fyrrenn í seinna hálvleiki, tá ið bæði málini komu.

Tað fyrra skoraði nýggi Chelsea-áleyparin, Diego Costa, í 63’ minutti. Tað var eitt týpiskt áleyparamál. Hann stóð á rætta stað inni í fimm-metrinum og var skjótur at skjóta, tá ið hann fekk møguleikan, eftir gott forarbeiði frá Ivanovic.

Tað seinna var ein perla av einum málið. Gandakallurin, kunnu vit eftir hondini kalla hann, Edin Hazard, gjørdi nakrar smáar fintur áveg inn í sekstan-meturin og hamraði so bóltin eftir jørð í málið. Hetta málið kom í 77’ minutti.

Chelsea varðveitir har við fyrstapláss. Síggj hini úrslitini og støðuna í myndunum niðanfyri: