Vit víðka virksemi okkara og hava tørv tveimum fólkum, sum kunnu styrkja leiðsluráðgevingina við nýggjum førleikum.
Tú fært eitt sjálvstøðugt starv, sum tú sjálv/ur kanst menna, eins og tú kanst vera við til at menna okkara tænastur. Tú fært eisini ágóðan av at arbeiða í tøttum samstarvi við kundar okkara og restini av okkara dugnaliga toymi.
Í toyminum eru nakrir dugnaligir og royndir ráðgevarar. Vit vænta, at tú uttan hóvasták kanst gerast partur av hesum toymi við tínum førleikum sum professionellur ráðgevari innan hesi øki: strategimenning, organisatiónsmenning, rakstraroptimering og leiðslumenning.
Vit stremba støðugt eftir at vera fremsta fyritøkan innan leiðsluráðgeving í Føroyum. Vit eru nýskapandi og laga støðugt okkara tænastur og førleikar til tørvin hjá kundunum. Tað eru úrslitini hjá kundunum, sum dríva okkum, og vit eru tí altíð við, til ráðgeving okkara er sett í verk, og kundin er komin á mál við henni.
Arbeiðið
Við skapandi evnum tínum hjálpir tú okkum at menna tænastur okkara.
Gjøgnum arbeiði títt ert tú við til at gera Leiðsluhúsið enn meira kent og virt.
Tú gerst greiningar og frágreiðingar og veitir ráðgeving á høgum støði.
Tú veitir programm- og prosjektleiðslu av størri broytingarverkætlanum.
Tú veitir toppleiðslum og millumleiðarum ráðgeving og sparring.
Tú gevur títt ískoyti til menningina av strategisku kósini hjá Leiðsluhúsinum.
Eginleikar, førleikar og royndir
Tú hevur í minsta lagi 5 ára royndir sum ráðgevi ella 10 ára leiðsluroyndir.
Tú hevur eina viðkomandi útbúgving á kandidatstøði.
Tú hevur góð analytisk evni, og tú skilir búskap.
Tú leggur stóran dent á implementering og úrslit.
Tú ert væl skipað/ur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
Tú ert opin og fyrikomandi, tú hevur eitt gott netverk, og tú dugir væl at tosa við fólk og at skriva.
Tú ert royndur fyriskipari av toymisarbeiði og samstarvi í prosjektbólkum og toymum.
Tú gerst bitin av at fremja broytingar og gongur fegin undan, tá tær verða framdar.
Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Eyðbjørn Poulsen (fartel.: +298 230060). Hevur tú hug at søkja starvið, skalt tú senda umsóknina saman við tínum CV til: eydbjorn@lh.fo.
Umsóknarfreistin er 22. september 2014
————————————————————————————————————————————
Leiðsluhúsið (www.lh.fo) strembar støðugt eftir at vera fremsta fyritøkan innan leiðsluráðgeving í Føroyum. Vit hava verið við til at fremja avgerandi broytingar innan bæði tað privata og tað almenna.
Leiðsluhúsið fer komandi árini at virka fyri, at føroyska samfelagið gerst enn meira tænastusinnað og samstundis at hjálpa bæði tænastufyritøkum og almennum stovnum at møta skiftandi avbjóðingum á ein professionellan hátt.




