Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fløskuposturin hjá Emily funnin á Femris í Noregi

Oliver Joensen

Grethe Anita Holand í Noregi fann fløskupostin, sum Emily Rasmussen kastaði út í Kalsoyarfirði 16. august í 2013. Grethe Anita Holand skrivar soleiðis.

Hey úr Noregi!

Eg búgvi í Bodø í Norðurnoregi og tá eg vitjaði oynna Femris í juni 2014 var eg so heppin at finna eina fløsku (fløskupost9 sum er send úr Føroyum 16. august 2013!

Tað sær út fyri mær, sum tit hava havt ein festival: “Føroya Sjómannadagur”, og at ein evni á skránni var at lata børn kasta fløskupostar. Tá brævið er skrivað á ein formular við tykkara web og mailadressu og eini mynd av øllum børnunum við fløskunum, so kanska tit hava ein lista við øllum luttakarunum??

(Hevði verið stuttligt at frætt, um fleiri fløskur eru funnar ella um mín er tann einasta?).

Eg hevði verið takksom um tit kundu funni gentuna sum sendi “mær” brævið: EMILY RASMUSSEN, á brekku 55…

Kanska kunnu tit geva henni brævið frá mær ella almannakunngerða brævið í miðli tykkara?

Og tó, eg haldi tað vera ótrúligt at fløskan kundi reka allan vegin úr Føroyum og higar til oynna FEMRIS í gildeskål á leið 90 kilometrar sunnanfyri Bødø á 67 stig og 17 minuttir norður!!

Hjalagt sendi eg brævið sum Emily sendi og eina mynd av staðnum har eg fann fløskuna.

Bestu heilsanir

Grethe Anita Holand.