HB hevur nú funnið sín eykamálverja til steypafinaluna og talan er um gamlan kenning.
Heðin Askham, venjari hjá HB, váttar fyri Norðlýsinum, at felagið hevur fingið eina loysn uppá málmanstrupulleikan. In.fo hevur í vikuni skrivað um málmanstrupulleikan og sum støðan var í gjár, so bleiv útileikarin Poul Ingason, eykamálverji, hjá HB. Men nú hevur HB funnið ein málverja, og tað er Bárður Johannesen, sum fyrr hevur vart málið hjá besta liðnum hjá HB.
Bárður Johannesen er 40 ára gamal og vardi málið hjá HB frá 1999 til 2006. Bárður hevur sambært FaroeSoccer spælt 153 dystir í bestu deildini.




